Uttanlands

Ávara um oljuprís uppá 120 dollarar

Oljuprísurin er aftur farin upp í loft og er í løtuni góðar 90 dollarar. Stórbanki ávarar um ein oljuprís uppá 120 dollarar móti endanum á 2026

2026-07-21 23:33 Author image
Jan Müller

Tað er hættisliga og versnandi støðan í Miðeystri, sum fær oljuprísin at hækka og fær greinarar at ávara um ein oljuprís uppá 120 dollarar. Tað er serstakliga hóttan frá Houti uppreistrarbólkinum um at stongja eina týðandi oljufarleið uttan fyri Saudi Arabia, sum hevur fingið eygleiðarar at ávara um, at oljuprísurin kann fara upp í loft.

Tað er fíggingarstovnurin Goldman Sachs, sum metir, at halda amerikonsku álopini og iransku mótálopini fram,  kann tað gera støðuna í øllum økinum uppaftur meira álvarsliga við tí úrsliti, at prísurin fer at vaksa til 120 dollarar fyri tunnuna. Hetta fer serstakliga at raka útflutningin av olju og gassi til lond í Asia, ið eru stórir innflytarar av olju og gassi úr m.a. Saudi Arabia. Tað er Bloomberg, sum ber hesi tíðindi í kvøld.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald