2023-10-08 21:43
Hann heldur sambært EnergyWatch, at tað eigur at verða gjørt nógv meira fyri at menna vindmylnuídnaðin, og at tað almenna eigur at seta 1,5 mia. kr. av í stuðuli til ídnaðin.
Hann er í døpurhuga um framtíðina hjá vindorkuvinnuni og sigur, at tað hevur skund at gera nakað. Hann vísir á, at danir vóru teir fyrstu til at raðfesta hesa vinnuna men nú er hon við at vera yvirhálað av øðrum.
Tí kemur hann við einum uppskoti um, hvussu vinnan skal koma fyri seg aftur. Hann vísir á stóru kappingina frá Kina men eisini frá USA. Bæði londini lata munandi stuðul til vindorkuídnaðin, og tað ger kappingarstøðuna hjá eitt nú Danmark sera torføra. Verður einki gjørt frá danskari síðu er vandi fyri, at vindorkuídnaðurin rætt og slætt flytur úr Danmark til USA.
Vindmylnuorka og menning av hesi vinnu er eitt av grundarstøðinum undir grøna orkuskiftinum, sum m.a. Danmark ynskir at raðfesta.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald