Innanlands

Avgerð tikin um loyvi til elframleiðslu úr vindorku vestanfyri Sands bygd

Umhvørvisstovan hevur tikið avgerð um at veita felagi undir stovnan v/Jóhan í Niðristovu v.fl. loyvi til elframleiðslu úr vindorku vestanfyri Sands bygd.

2025-02-20 21:43 Author image
Jan Müller
placeholder

Talan er um 7 Vestas V-117 vindmyllur til ein samlaðan mátt á 30 MW við møguligari  elframleiðslu á 150 GWt/ár skrivar Umhvørvisstovan á síni heimasíðu. 

Lýst var alment eftir umsøkjarum um loyvi til elframleiðslu úr vindorku í juli 2024, og tá ið freistin at søkja var úti 15. januar 2025, vóru komnar inn umsóknir frá fýra umsøkjarum:

  • Vindorka (undir stovnan) v/Jóhan í Niðristovu v.fl.
  • Orkufelagið Magn 
  • Vindfelag hjá SEV
  • Felag undir stovnan v/Effo

Umhvørvisstovan er nú liðug at viðgera innkomnu umsóknirnar og hevur tikið avgerð um at veita loyvi til Vindorku (felag undir stovnan) v/Jóhan í Niðristovu v.fl. við byrjunar prísinum 26,97 oyru/kWt.

Hendan ætlan er eitt týðandi stig at koma nærri málinum í almenna orku- og veðurlagspolitikkinum um at gera Føroyar meira leysar av olju og harvið at kunna minka um okkara CO2-útlát.

Viðmerkjast skal, at endaligt loyvi er treytað av, at onnur neyðug loyvi eisini kunnu fáast til vega, harímillum loyvi frá Yvirfriðingarnevndini, loyvi frá Sands kommunu, og endalig avtala skal eisini gerast við viðkomandi jarðareigarar í økinum.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder