Uttanlands

Avstralia steðgar kolanámsverkætlan

Fyri fyrstu ferð í søguni hevur ein avstralsk stjórn sýtt fyri at góðkenna eina nýggja kolanámsverkætlan.

2023-02-08 15:04 Author image
Jan Müller
placeholder

Orsøkin til hesa óvanligu avgerð er rætt og slætt vernd av umhvørvinum. Talan er um eitt nýtt opið kolanám, sum liggur 10 kilometrar frá tí heimsgitna “Great Barrier Reef” á eysturstond Avstalia.

Avstraliski umhvørvisráðharrin, Tanya Plibersek sigur, sambært BBC, at nýggja verkætlanin er ikki í samsvar við royndirnar at verja serstaka umhvørvið í hesum partinum av Avstralia, sum eisini er vorðið partur av  “World Heritage Area” undir ST, tvs. eitt øki, sum longu er sera viðkvamt fyri broytingum og tí ikki kann hýsa verktætlanum av hesum slag.

Great Barrier Reef, sum liggur í sama umhvørvi sum ætlaða námið, er heimsins størsta koralrivskipan og hevur sera stóran týdning fyri heimsins vistfrøðiskipan og umhvørvið sum heild.

Hetta er fyrstu ferð, at ein stjórn í Avstralia tekur stig til at steðga eini kolanámsverkætlan, nú henda vinnan hevur so stóran týdning fyri búskapin. Seinastu stjórnirnar í landinum hava annars tikið undir við at menna kolaídnaðin, sum er grundarlagið undir nærum allari elveiting í hesum stóra landinum og stendur fyri stórum parti av útflutningsvirðinum. 

[object Object]

Stór mótstøða  hevur verið í Avstralia móti at geva loyvi til umrøddu verkætlan, og hesum hevur umhvørvisráðharrin tikið til eftirtektar. Bara eftir 10 døgum høvdu 9000 borgarar undirskrivað eitt mótmæli.

Koralrivið, sum her er talan um at verja, hevur verið hótt av umhvørvisdálking í sambandi við heitari sjógv mongu seinastu árini, tó at royndir at verja tað eisini hava givið úrslit. Kortini er Great Barrier Reef hótt av verðurlagsbroytingum siga myndugleikarnir.  Ein orsøkin til ikki at geva loyvi til námið er óttin fyri, at dálkað vatn ol. fer at renna út í havið og harvið skaða koralrivini, sum liggja stutt úr landi.

“Umhvørvisligu avleiðingarnar av slíkum nýggjum námsrakstri eru ov stórir, og tí havi eg avgjørt ikki at geva loyvi”,  sigur umhvørvisráðharrin við BBC.

Hóast myndugleikarnir í Avstralia framhaldandi fara at loyva kolanámsframleiðslu, so er Labor stjórnin undir trýsti frá umhvørvisfelagsskapum heilt at steðga framtíðar kola- og gassnáms verkætlanum.

Grøni flokkurin sigur í eini viðmerking, at landið kann ikki steðga vanlukkuligu veðurlagsbroytingunum ella halda globala hitavøkstrinum undir 1,5 stigum í hesi øldini – um tað samtíðis loyvir nýggjum námum.

Avstralia er ein sera stórur veitari av fossilum brennievnum, sum hava stóran týdning fyri búskapin. Harvið stendur landið eisini fyri millum størstu útlát í heiminum. Avstralia hevur sagt seg vilja minka um útlátini, men sigur samtíðis, at tað fer at góðkenna nýggjar fossilar verkætlanir, sum løna seg.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder