Uttanlands

Avtala um grønan streym til 230 milliónir húsarhald

Esbjerg-orkuavtalan millum Týskland, Niðurlond, Belgia og Danmark varð undirskrivað í gjár

Frá vinstru Alexander De Croo, Olaf Scholz, Mette Frederiksen, Ursula von der Leyen og Mark Rutte (Mynd: EPA)

Frá vinstru Alexander De Croo, Olaf Scholz, Mette Frederiksen, Ursula von der Leyen og Mark Rutte (Mynd: EPA)

2022-05-19 08:44 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Týskland, Niðurlond, Belgia og Danmark undirskrivaðu í gjár eina avtalu, har londini plikta seg til at økja um orkuframleiðsluna frá vindi til havs.

Avtalan var undirskrivað á toppfundi í Esbjerg, og verður tí kallað Esbjerg-avtalan.

Tað snýr seg um at framleiða minst 65 GW úr havvindi í 2030 og økja máttin til minst 150 GW í 2050. Hetta fer at kunna veita grønan streym til upp móti 230 milliónum evropeiskum húsarhaldum, skrivar Ritzau.

Mette Frederiksen, forsætisráðkvinna, skrivaði undir avtaluna Danmarkar vegna. Vegna týskland var tað Olaf Scholz, samveldiskanslari og fyri Niðurlond og Belgia vóru tað forsætisráðharrarnir Mark Rutte og Alexander De Croo.

- Vit skulu gera okkum leys av gassinum hjá Putin, vit vilja skapa fleiri túsund arbeiðspláss og vit vilja skapa eina grønari og tryggari framtíð fyri okkum øll, segði Mette Frederiksen á tíðindafundi í Esbjerg.

Eisini Ursula von der Leyen, forkvinna fyri ES-nevndini, var við, og hon vísir á ovurstóra týdningin, sum avtalan fær fyri at loysa ES frá russiskum gassi.

Tey fýra londini gerast før fyri at kunna framleiða helmingin av grøna streyminum frá havvindi, sum ES hevur brúk fyri til tess at náa veðurlagsmálunum fyri 2050.

Á toppfundinum vóru eisini orkumálaráðharrarnir við, og fleiri avtalur vórðu gjørdar á orkuøkinum. Eitt nú ein avtala millum Danmark og Belgia, um at Belgia kann knýta seg í fyrstu orkuoynna í Norðsjónum.

Londini standa eisini saman um at menna neyðuga el-undirstøðukervið í Norðsjónum. Tá tær ymsu orkuoyggjarnar og havmyllulundirnar verða knýttar saman, gerst undirstøðukervið bíligari og veitingartrygdin størri. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder