
Hetta hevði verið fyrstu ferð, at ein heil vinna - flutningsvinnan á sjónum - tók stig til at minka um útlátið við einum veðurlagsskatti. Tá tað sá mest sannlíkt út, at avtalan fór at verða samtygd, tók Saudi Arabia við stuðuli frá USA stig til at leggja lok á málið og útseta eina nýggja viðgerð í eitt ár.
Harvið eru vónirnar til eina týðandi avtalu í grøna orkuskiftinum á havinum í hvussu er útsettar í óvissa tíð. Ein meiriluti av limalondunum, sum telja 176, valdi at atkvøða fyri einum uppskoti frá Saudi Arabia um at útseta málið í eitt ár. Ein stórur partur av londunum valdi ikki at atkvøða fyri ella ímóti. Hetta merkir, at lond hava borið ótta fyri avleiðingum, sum Donald Trump fer at seta í verk. Eitt nú atkvøddu lond sum Grikkaland og Kroatia fyri at útseta málið.
Ætlanin var annars, at londini skuldu rinda 2% í útlátsskatti, sum so skuldu fara í ein grunn til at skunda undir grøna orkuskiftið. Nú er bráddliga alt, sum sá so bjart út eina løtu, horvið - fyribils.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald