Uttanlands

Bakkast fyri oljuútbygging eystan fyri Føroyar

Nógv umrødda og umstrídda oljuverkætlanin "Cambo" tætt við føroyska markið fekk í gjárkvøldið ein ordiligan brotasjógv, tá Shell boðaði frá, at tað hevur tikið seg úr verkætlanini

Soleiðis fer pallurin, sum er ætlaður til at taka oljuna upp á Cambo, helst at síggja út.

Soleiðis fer pallurin, sum er ætlaður til at taka oljuna upp á Cambo, helst at síggja út.

2021-12-03 08:03 Author image
Jan Müller
placeholder

Tað mundi neyvan vera nakar miðil í Bretlandi, sum ikki “ruddaði forsíðuna” og bar tíðindini um, at oljufelagið Shell hevur avgjørt at taka seg úr tí ætlaðu útbyggingini av stóru Cambo oljukelduni skamt frá føroyska markinum.

“Shell pulls out of Cambo oilfield project”, "Shell scraps Cambo”, “This is the end of Cambo” og “Big victory for the Environment” osfr. Hetta eru nakrar av mongu yvirskriftunum í rúgvuni alt frá Financial Times, The Guardian, BBC, Sky og CNN. 

Ein umsókn um at útbyggja hesa oljukelduna, tann nærmasta Føroyum av øllum olju- og gasskeldum í Bretlandi, hevur ligið hjá myndugleikunum í Bretlandi í eina tíð og gitt hevur verið, at hetta var mest ein avgreiðsluspurningur, nær grønt ljós fór at verða givið til útbyggingina.

[object Object]

Men nógvur gangur hevur verið um hesa útbygging, serstakliga frá umhvørvisfelagsskapum, sum hava brúkt júst Cambo sum jarnbrot í arbeiðinum heilt at stegða allari nýggjari  olju- og gassframleiðslu í Norðsjónum.

Politiska leiðslan í Skotlandi við SNP og teimum Grønu hevur róð framundir, at loyvi eigur ikki at gevast til útbyggingina, tí hon gongur ímóti veðurlagspolitikkinum. Harafturímóti hava umboð fyri vinnuna og eisini umboð fyri stjórnina í London sagt, at Bretlandi tørvar olju og gass í mong tíggjuár aftrat og verða ikki fleiri keldur útbygdar til framleiðslu, so fer Bretlandi at gerast bundið at innflutningi úr Miðeystri og Russlandi. 

Nú bíðað hevur verið  eftir, at bretski oljumyndugleikin OGA skuldi geva grønt ljós til útbyggingina, komu so brádliga boðini frá Shell um, at tað er ikki longur partur av útbyggingini, ið fyritøkan annars hevur brúkt nógva orku uppá at menna og raðfesta millum tær bestu íløgurnar hjá felagnum í okkara parti av heiminum.

Umhvørvisfelagsskapirnir eru ovurfegnir og siga, at tað er teirra mótstøða móti Cambo og harvið eisini allari framtíðar olju- og gassútbygging í Norðsjónum, sum nú er orsøkin til, at Shell tekur seg aftur. Teir taka avgerðina hjá Shell sum eina váttan fyri, at tað hvørki lønar seg ella er umhvørvisliga forsvarligt at byggja fleiri keldur út. 

[object Object]

Um orsøkina til at taka seg úr verkætlanini verður Shell endurgivið fyri at siga: "Following "comprehensive screening" of the Cambo field, Shell "concluded the economic case for investment in this project is not strong enough at this time, as well as having the potential for delays”. Tvs. at felagið eftir at hava gjøgnumgingið útbyggingina enn einaferð er komin til ta niðurstøðu, at íløgan í verkætlanina er ikki fíggjarliga nóg góð í løtuni, eins og møguleiki eisini er fyri seinkingum. 

Shell stóð fyri 30% av verkætlanini, meðan oljufelagið Siccar Point, sum er fyristøðufelag, stendur fyri 70%. At eitt so stórt felag sum Shell ikki er við longur fer helst at fáa avleiðingar fyri verkætlanina so ella so, men stjórin í Siccar Point hevur ikki givið skarvin yvir og segði í gjárkvøldið, at felagið er sjálvandi vónsvikið av, at Shell ikki er við longur, men fara tey kortini at halda fram og søkja sær aðrar íleggjarar eisini. Í løtuni verður Cambo stuðla av nøkrum av heimsins størstu íløgufeløgum. 

[object Object]

Jonathan Roger, stjóri í Siccar Point sigur, at hóast Shell hevur tikið seg úr verkætlanini, so er hann sannførdur um, at hetta er ein sera góð verkætlan í allar mátar. Hon fer at tryggja 1000 nýggj arbeiðspláss umframt avleiddu arbeiðsplássini í veitingarketuni. Hon fer eisini at vera við til at tryggja eitt grønt skifti við lágum útláti. 

Umboð fyri Shell sigur, at avgerð teirra merkir á ongan hátt, at Shell fer at taka seg úr nýggjum olju- og gassvirksemi í Norðsjónum. Felagið fer framhaldandi at vera við til at tryggja, at brúkararnir í Bretlandi hava atgongd til orku og her eisini olju og gass. Hesi fara avgjørt at vera partur av framtíðar orkumixinum. 

Hóast avgerðin hjá Shell vigar tungt, so er tó enn einki, sum bendir á, at Cambo er slept uppá fjall. Framvegis liggur ein umsókn um útbygging hjá myndugleikunum. Tað ljóðar, at Siccar Point hevur samráðingar við bretsku stjórnina um støðuna. Stjórnin hevur jú gjørt púra greitt, at hon ynskir, at slíkar útbyggingar sum Cambo eiga at fara í gongd, tí tað tænir Bretlandi. Sagt verður eisini, at avgerðin hjá Shell er fult og heilt handilslig. 

Stóri spurningurin er nú, um tað fer at bera til at gera Cambo útbyggingina til veruleika, nú ein so týðandi partnari sum Shell hevur gjørt av ikki at vera partur longur. Enn er ógreitt, um Shell fer at vera verandi partnari ella um felagið nú fer at geva myndugleikunum boð um, at tess ognarpartur er ikki til longur. Komandi dagarnir fara uttan iva at gera støðuna meira greiða, antin tað fer at eydnast verandi høvuðseigaranum at fáa aðrar íleggjarar aftrat og onnur oljufeløg at keypa seg inn í verkætlanina ístaðin fyri Shell. 

Fyri føroyska oljuleiting og kolvetnisvirksemi í framtíðini er íkomna støðan sera óheppin, tí nettupp ein stór útbygging so nær markinum við nýggjum undirstøðukervi, hevur verið mett at kunna vera ein týðandi katalysatorur okkara megin markið. Spurningurin er nú, nær myndugleikin í Bretlandi fer at avgreiða umsóknina til útbygging, og um hon fer at verða útsett, til øll viðurskifti rundan um Cambo eru meira greið. 

Vit eiga  tó ikki gloyma, at tað liggja fleiri aðrar stórar olju- og gassútbyggingar eystan fyri markið á tekniborðinum nærum klárar til at fara av bakkastokki.

Nevnast kunnu Rosebank, har norska Equinor er fyristøðufelag og fer at taka endaliga avgerð um útbygging um nakrar mánaðir. Enn ein útbygging er Clair South, sum BP stendur fyri. Hon fer helst eisini skjótt at verða klár til útbygging. Og enn ein er gasskeldan Glendronach, sum TotalEnergies hevur í umbúnað at útbyggja. Hesar útbyggingar kunnu gerast veruleiki møguliga longu í komandi ári, uttan mun til avgerðina hjá Shell at taka seg aftur úr Cambo. 

[object Object]

Hvat enn fer at henda við Cambo, so kunnu vit rokna við, at fleiri onnur oljufeløg so sum Equinor, BP og TotalEnergies fara at lata inn umsóknir til útbyggingar, har tvær teirra, Rosebank og Clair liggja eystan fyri Føroyar. 

Keldur: BBC, CNN, Guardian, Financial Times, Energy Voice, The Herald, Sky, Bloomberg og aðrar.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder