Uttanlands

Banna oljuvirksemi í Amazonas

Í fólkaatkvøðu í suðuramerikanska landinum Equador hevur meiriluti av fólkinum samtykt uppskot um at banna framhaldandi oljuvirksemi í tí partinum av landinum, ið fevnir um Amazonas regnskógina. 

2023-08-22 13:59 Author image
Jan Müller
placeholder

Herfyri møttust londini, sum hava mark til risastóru Amazonas regnskógina fyri at umrøða framtíðar nýtsluna av hesum stóra partinum av Suðuramerika til vinnulig endamál. Avgjørt varð at arbeiða fram ímóti at steðga skógarruddan m.a. av umhvørvisligum orsøkum.

[object Object]

Nù hevur so eitt av londunum við eina fólkaatkvøðu bannað allari oljuboring í einum parti av skóginum, sum liggur í Equador. Talan er um Yasuni Tjóðarparkina. Umleið 60% av fólkinum atkvøddu fyri at steðga allari framtíðar oljuframleiðslu í hesum so viðbrekna og týðandi partinum av Amazonas. Hetta skrivar DR.

Sambært The Guardian er Yasuni tjóðarlundin heimstaður hjá fólkabólkum, sum enn ikki hava blandað seg við aðrar íbúgvar í landinum. Økið er eisini av stórum týdning fyri bæði djóra- og plantulív.

[object Object]


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder