Innanlands

Bíða eftir røttu grønu loysnini í Vági: Kaldir hyljar í Páls høll

Susvim má venja á Tvøroyri

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-10-14 15:22 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Veðrið hevur háttað sær soleiðis, at Suðuroyggin í stóran mun seinastu vikurnar hevur koyrt við grønari orku.

Tað merkir, at Páls høll ikki fær hita sínar hiljar, høli og annað, tí eingin avlopshiti er frá SEV-verkinum í Vági.

Svimjihøllin hevur tískil verið stongd í nakrar dagar, men bíðað verður eftir einari loysn. Einari grønari loysn, sigur kommunan.

- Fyri meirilutan í Vágs býráð hevur tað nógv at siga, at loysnin, ið kann tryggja Páls høll hita alt døgnið, er grøn. Samskifti er við veitarar um at finna loysnir, men tað eru fleiri avbjóðingar eitt nú við levering, staðseting av orkuloysn v.m. Hetta er ein sera stór íløga fyri Vágs kommunu og tí ræður eisini um, at loysnin er bílig í drift, soleiðis at útreiðslurnar hjá kommunu fyri eitt nú streym og hita ikki vaksa ov mikið komandi tíðina, stendur á hemasíðuni hjá kommununi.

Meirilutin í Vágs býráð ásannar, at hetta er ein keðilig støða at vera komin í. Tí hetta merkir, at eingin skúlabarnasvimjing er, eingin almenn svimjing og Susvim venur á Tvøroyri.

So hetta er ikki ein nøktandi støða fyri okkara borgarar. Tí er tað átroðkandi at finna eina loysn, og bíðað verður eftir røttu grønu loysnini, verður sagt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder