Uttanlands

Biden letur upp fyri olju úr Iran og Venzuela

Hetta fyri at fáa høgu bensinprísirnar í USA at lækka aftur

Joe Biden, forseti loyvir nú aftur olju úr Iran og Venzuela á marknaðin í eini roynd at steðga prísvøkstrinum á bensini í heimlandinum.

Joe Biden, forseti loyvir nú aftur olju úr Iran og Venzuela á marknaðin í eini roynd at steðga prísvøkstrinum á bensini í heimlandinum.

2022-06-06 17:02 Author image
Jan Müller
placeholder

Saudi Arabia skrúvar nú upp fyri oljuprísinum, um somu tíð, sum USA hevur latið dyrnar upp fyri londum sum Iran og Venzuela, sum landið annars hevur boykottað. 

Í morgun kom oljuprísurin aftur upp á góðar 120 dollarar fyri tunnuna. Hetta m.a. eftir at Saudi Arabia hevur gjørt av at hækka prísirnar fyri olju til asiatisk lond, nú eftirspurningurin har er við at økjast aftur, eftir at koronastongsulin í eitt nú kinesiskum stórbýum er við at lata upp aftur.

Saudi Arabia, sum er heimsins størsti útflytari av olju, hevur hækkað prísirnar, eftir russisku innrásina í Ukraina. Oljuprísurin er í ár øktur við meira enn 50% til nærum 120 dollarar fyri tunnuna, skrivar Bloomberg News. Opec og samstarvslondini samtyktu nú um dagarnar at økja framleiðsluna nakað meira enn tey longu hava avtalað, soleiðis at mánaðarligi vøksturin er 648.000 tunnur um dagin heldur enn 440.000 tunnur.

Um somu tíð ljóðar, at USA nú hevur loyvt olju úr Venzuela og Iran at koma aftur á marknaðin. Tað verður gjørt fyri at fáa oljuprísin at lækka aftur. Og tað vil so tíðin vísa.  Sum skilst verður mett, at Iran afturfyri nýggju amerikonsku avgerðina, fer at minka um sítt kjarnorkuvirksemi og harvið møguliga fáa USA at lata uppaftur meira upp til iranskari olju. Ongar samráðingar hava verið millum Iran og vestanveldini um kjarnorkudubbingina í fleiri mánaðir. 

Tað er altumráðandi fyri amerikanska forsetna Joe Biden at fáa bensinprísirnar í USA at lækka aftur áðrenn miðvalini í november, og tað kann olja m.a. úr Iran hjálpa við. Sambært Reuters kann USA eisini fáa italska ENI og spanska Repsol til at senda olju frá Venzuela út á evropeiska marknaðin longu í næsta mánað til tess at fylla tomrúmið út eftir russiska olju, sum annars kann fáa oljuprísin at hækka enn meira. Tað var annars USA, sum stóð á odda fyri at seta í verk sanktiónir móti Venzuela fyri tveimum árum síðani.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder