Uttanlands

Biden: Regnskógin í Amazona heimsins lunga, hjarta og sál

USA fer at lata stórar upphæddir til at verja regnskógina í Suðuramerika.

2024-11-18 17:00 Author image
Jan Müller
placeholder

Tað var ein sera avgjørdur og kærkomin boðskapur, sum varð kunngjørdur í regnskóginum í Amazona í Suðuramerika sunnudagin, tá amerikanski forsetin kundi siga heiminum frá, at USA fer at lata milliardir til arbeiði at steðga veðurlagsbroytingum.

Joe Biden er fyrsti amerikanski forsetin nakrantíð, sum hevur vitjað heimsins størstu regnskóg í Amazona í Brasilia. Hann vitjaði í sambandi við toppfund í felagsskapinum av G20 londum, sum verður hildin í Rio de Janeiro í hesum døgum. Joe Biden segði í røðu síni, sum varð hildin inni í regnskóginum, at heiminum tørvar avgerðir, sum kunnu minka um CO2 útlátið og harvið steðga veðurlagsbroytingunum, sum gera um seg kring heimin. Biden endurtók skoðsmálið, sum Amazona regnskógin longu hevur fingið, nevniliga at vera heimsins lung men legði aftrat, at hon eisini er okkara hjarta og sál, so stóran týdning hevur hon fyri mannaættina og jørðina. 

Biden nevndi ikki komandi forsetan Donald Trump við navni, men at boðskapurin varð ætlaður til hansara, varð eingin ivi um. Biden segði, at eingin kann broyta og steðga tí arbeiði, sum fer fram innan grøna skiftið ella sum hann málbar seg, ”nobody can reverse his climate agenda”.  Og segði víðari, at komandi fyrisitingin í USA fær eitt gott grundarlag at byggja á  “a strong foundation to build on, if they choose to do so.”

Joe Biden heitti í somu røðu á komandi fyristingina í Hvítu Húsunum at byggja víðari á hansara egnu klimadagsskrá, ið hevur havt sum mál at fremja tiltøk, sum kunnu minka um útlátið og verja jørðina.  

-Onkur fer kanska at royna at stegða ella seinka reinu orkukolveltingina, sum fer fram í øllum Amerika, men eingin – eingin – kann venda og broyta gongdini. Eingin – tá so mong menniskju uttan mun til flokk og politiska áskoðan fáa ágóðan av grøna skiftinum. Spurningurin nú er,  hvørji lond fara at royna at seta kíla í, og hvørji fara at fáa búskaparliga ágóðan av skiftinum og nýggja møguleikanum.

Komandi forsetin Donald Trump hevur annars gjørt greitt, at hann fer at broyta orku- og veðurlagspolitikkinn hjá Biden, og sum eitt tað fyrsta stigið, fer hann at taka USA úr Paríssáttmálanum eins og at steðga fleiri av tiltøkunum, sum eru farin í gongd úndir Biden fyrisitingini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder