Innanlands

Bindandi veðurlagslóg løgd fyri tingið

Í dag varð lógaruppskot lagt fyri løgtingið um bindandi veðurlagsmál fyri Føroyar

2025-12-09 21:05 Author image
Jan Müller
placeholder

Tað var Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og mentamálum, sum legði uppskotið fyri tingið í dag. Í uppskotinum stendur m.a.:

-Við hesi løgtingslóg verða bindandi veðurlagsmál sett fyri Føroyar, so at vit kunnu viðvirka til at tálma alheims hitaøkingini vegna útlát av vakstrarhúsgassi, tálma negativu avleiðingunum fyri lívfrøðiligt margfeldi og vistskipanir á landi og sjógvi, betra um møguleikarnar hjá fólki og samfeløgum umframt djóralívi og plantulívi at standa ímóti og laga seg til veðurlagsbroytingar, og tryggja okkum og komandi ættarliðum javnbjóðis kor at liva og virka undir, bæði á landi og sjógvi.

[object Object]Landsstýriskvinnan í uttanríkis- og mentamálum, Sirið Stenberg, legði uppskot til veðurlagslóg fram í tinginum í dag. Mynd Jan Müller

Í lógaruppskotinum stendur víðari, at veðurlagsmál Føroya skulu stigvíst flyta Føroyar yvir í ein reinorkubúskap, so at øll framleiðsla og alt virksemi verður loyst frá olju og steinrunnum úrdráttum, ið hava við sær útlát av vakstrarhúsgassi.

Í 2050 skal útlátið av vakstrarhúsgassi frá virksemi undir føroyskum løgdømi á landi og sjógvi verða netto null.  Fyri at røkka langtíðarmálinum verða tíðarfestar virkisætlanir við ítøkiligum átøkum at minka um útlátið av vakstrarhúsgassi komandi 10 árini gjørdar fimta hvørt ár.

Tíðarfestu virkisætlanirnar og ítøkiligu málini um minking av útlátinum skulu gerast alsamt meiri framsøkin, hvørja ferð tey verða sett.

Útlátið av vakstrarhúsgassi skal roknast í mun til føroyska útlátið av vakstrarhúsgassi, sum tað var ár 2010.

Landsstýrisfólkið samskipar, vegna landsstýrið, arbeiðið at røkka bindandi veðurlagsmáli Føroya. Landsstýrisfólkið ráðførir seg við týðandi áhugapartar, hvørja ferð ein virkisætlan verður dagførd.

Skipað verður eitt óheft veðurlagsráð við serfrøðingum, sum skal gera tilmæli til landsstýrisfólkið um val og vavi av átøkum, sum vera mett neyðug og hóskandi fyri at røkka bindandi veðurlagsmáli Føroya, varskógva landsstýrið, tá mett verður, at átøk ikki hóska ella røkka, eitt nú tí at fortreytir, tøkni ella aðrar umstøður í samfelagnum ella í umheiminum eru munandi broyttar, og luttaka í almennum kjaki og varpa ljós á veðurlagsbroytingar.

Í veðurlagsráðnum sita minst trý og í mesta lagi fimm umboð við hollum førleikum innan veðurlagsøkið. Landsstýrisfólkið velur umboðini fyri fýra ár í senn eftir tilmæli frá Fróðskaparsetri Føroya.

Veðurlagsráðið ásetir sjálvt sína starvsskipan, sum landsstýrisfólkið góðkennir. Umhvørvisstovan veitir veðurlagsráðnum skrivstovuhald.

[object Object]  

Í almennu viðmerkingunum til uppskotið verður sagt, at orsøkin til uppskotið er, at at Føroyar hava tikið undir við altjóða Veðurlagssáttmálanum frá 1992 og við Parísavtaluni frá 2015.

Bæði sáttmálin og avtalan leggja áherðslu á, at øll lond, eftir førimuni, eiga at gera sítt til  at  minka  útlátið  av vakstrarhúsgassi,  so  at  hitaøkingin  av  jørðini  kann  steðga innan aldamótið. Bara soleiðis  kunnu vit viðvirka til at tálma negativu avleiðingunum av veðurlagsbroytingum. 

Og víðari verður sagt: -Sambært  nýggjastu  frágreiðingini  frá  IPCC,  International  Panel  on  Climate  Change  hjá Sameindu Tjóðum, ST, hevur mannaskapta hitaøkingin longu elvt til ógvusligar broytingar í veðurlagnum. Staðfest er eisini, at veðurlagsbroytingar raka ymiskt kring heimin, men felags er, at tær longu hava umfatandi avleiðingar fyri liviumstøðurnar hjá fólki, djóralív og plantulív á landi og sjógvi, náttúrutilfeingi, vistskipanir, landbúnað, fiskivinnu o.a. Higartil eru tað økini í  Arktis,  við ekvator  og  láglendi  kring  heimin,  sum  eru  harðast  rakt.  Ásannast  má,  at veðurlagsbroytingarnar gerast alsamt meiri eyðsýndar á ymsan hátt í øllum heimspørtum.  

ST hevur við frágreiðingum og greiningum frá IPCC sum heimildargrundarlag fleiri ferðir víst á, at jú fyrr útlátið av vakstrarhúsgassi minkar, tess størri sannlíkindi eru fyri, at tað ber til at tálma og steðga hitaøkingini og oyðileggjandi avleiðingunum fyri fólk og samfeløg, lívfrøðiligt margfeldi  og  vistskipanir  á  landi  og  sjógvi,  sum  eru  tilverugrundarlagið  hjá  mannaættini, óansæð hvar í heiminum vit búgva ella virka. Verður farið væl útum ár 2030, áðrenn útlátið í alheims-høpi veruliga byrjar at minka, eru vána útlit fyri, at hitaøkingin kann haldast niðanfyri 1,5-2 stig í hesi øldini.

Og víðari stendur at lesa í viðmerkingunum: -Fleiri vilja vera við, at hitaøkingin tá fer at verða 2-3 stig ella meira, og tá væntast avleiðingarnar av veðurlagsbroytingunum at verða uppaftur ógvusligari. Umráðandi er tí, at øll lond eftir førimuni taka samábyrgd fyri at minka útlátið av vakstrarhús-gassi sambært meginreglunum í Veðurlagssáttmálanum og Parísavtaluni. Ráðandi heimssemja er um, at ríku og mentu londini, sum søguliga hava verið atvoldin til nógv tað mesta útlátið av vakstrarhúsgassi og íkomnu støðuna, eisini eru tey londini, sum skulu minka útlátið mest og skjótast. Hesi lond skulu tí ganga á odda í stríðnum móti veðurlagsbroytingum og eisini hjálpa menningarlondum  fram á leið við  førleikamenning,  tøkni,  fígging  og  endurgjaldi,  orkuskifti o.tíl., so teirra samfelagsmenning ikki fer at byggja á steinrunnin brennievni, gamla tøkni osfr. 

[object Object]

Føroyar teljast millum ríku og tøkniliga framkomnu londini og tí hava vit bundið okkum til at vera  við  í  fremstu  røð  at  skerja  útlátið  av  vakstrarhúsgassi.  Í  løtuni  er  árliga  nýtslan  av  olju umleið  300.000  tons, og  okkara  útlát  av  vakstrarhúsgassi  er  fariðuppum  1  mió.  tons  CO2-eindir. 

Føroyar  hava  fíggjarorku,  førleikar  og  góðar fortreytir  fyri  at  gera  stórar  og  skjótar minkingar í útlátinum av vakstrarhúsgassi. Tað er eftir førimuni, at heimsins lond verða vigaði og mett. Við Parísavtaluni mugu vit ganga á odda at minka útlátið av vakstrarhúsgassi fyri at tálma ógvusligumveðurlagsbroytingum, sum stava frá upphitingini av jørðini.  Tí verður hetta lógaruppskot lagt fram fyri at fáa undirtøku frá Løgtinginum til at áseta bindandi veðurlagsmál fyri Føroyar í samsvari við Veðurlagssáttmálan og Parísavtaluna. Ítøkiliga verður langtíðarmálið  um  netto  null  útlát  ár  2050,  lógarfest.  Komandi 25  árini  mugu  brúkast  til  at røkka  málinum  á  ein  samfelagsliga  skynsaman  hátt,  har  mest  fæst  fyri  hvørja  krónu  í orkuskiftinum. Hetta skal síggjast aftur í tíðarfestum virkisætlanum, sum skulu ásetast fimta hvørt ár.

At enda í viðmerkingunum verður víst á, at ongin lóg er á økinum frammanundan. Føroyar hava tó í tveimum førum við løgtingssamtykt sett ítøkilig mál at minka útlátið av vakstrarhúsgassi. Fyrru ferð í 2009 við veðurlagspolitikki Føroya 2010-2020  og seinnu ferð í 2022 við orku-og veðurlagspolitikkinum fyri árini 2022-2032 .

Í báðum førum eru fleiri átøk sett í verk at minka útlátið av vakstrarhúsgassi og at broyta viðurskifti  í  samfelagnum,  so  at  okkara  framleiðsla  og  virksemi  gerast  minni tongdat  olju. Summi átøk eru framd við lóg og kunngerð, meðan onnur hava verið av umsitingarligum slagi. Síðani partalondini til veðurlagssáttmálan samtyktu løgfrøðiliga bindandi Parísavtaluna, hava fleiri lond valt at samtykkja sonevndar veðurlagslógir. Mett verður, at ein veðurlagslóg leggur størri bindingar á politisku skipanina, enn politiskar samtyktir av øðrum slagi. Orsøkin er, at lógir eru løgfrøðiliga bindandi, hóast tær t.d. ikki innihalda revsiheimildir. Verður hugt at fyrra veðurlagspolitikkinum, galdandi árini 2010-2020, vóru umleið 9 ítøkilig átøk sett í verk, men málið um minst 20 prosent minking í útlátinum varð ikki rokkið. Vaksandi búskaparvøkstur við øktum fiskiskapi, serliga eftir sild og makreli, vøkstur innan laksaaling og annað virksemi hevur, saman við fólkavøkstri, elvt til, at útlátið helt fram at vaksa, hóast ávís átøk vóru sett í verk. Hetta vísir, at virksemið og búskaparvøksturin hjá okkum framvegis er neyvt bundin at oljunýtslu.

Í  2015  vann  SEV  norðurlendsku  umhvørvisvirðislønina  fyri  at  seta  framsøkið  mál  um,  at  ár 2030 skuldi øll elframleiðslan stava frá varandi orkukeldum og ikki úr olju. Eitt mál, sum hevur verið stýrandi fyri SEV og landsstýrið, men sum nú er linkað og seinkað, tí tíðarætlanin við pumpu-og goymsluskipan til vatnorku í Vestmanna, ikki heldur. Eisini má staðfestast, at tað gongur striltið at halda tíðarfestu útbyggingarætlanina, sum Umhvørvisstovan og SEV mæltu til og sum landsstýrið tók undir við í 2023.

Orsakirnar eru helst fleiri: Tíðarfestingarnar hava verið  ov  bjartskygdar,  almenn orkuútboð  krevja  stinna  samskipan  og  fyrireikingar, og  hædd má takast fyri, at til ber hjá umsøkjarum og øðrum at kæra avgerðir í einum rættarsamfelagi sum  okkara.  Tí  verður  eisini  neyðugt  at  dagføra  orkuútbyggingarætlanina.  Lógaruppskotið leggur upp   til, at   tíðarfestu   virkisætlanirnar   verða   dagførdar fimta   hvørt   ár, heruppií orkuútbyggingarnar. Verður hugt at seinna Orku-og veðurlagspolitikkinum frá 2022, so hevur hesin trý ár á baki. Higartil eru umleið 18 av 25 tíðarfestum átøkum sett í verk. Hesi eru fyri tað mesta sett í verk sum lógarásett krøv, fyrisitingarlig krøv og meiri fjøltáttaðar prísskipanir  hjá SEV.  Írestandi átøkini skulu fremjast í 2025 ella skjótast gjørligt. Úrslitini og virknaðurin av framdum átøkum síggjast

ikki altíð beinanvegin, men glið tykist at verða komið á grøna orkuskiftið viðvíkjandi upphiting av bygningum, útlát fráferðslu á landi, minni oljunýtslu í elframleiðsluni á landi og minni olja til fiskiskap. Innflutningur, nýtsla og útlát av F-gassi, sum eru sterk vakstrarhúsgass og mest brúkt innan frost-og køliskipanir, skulu sambært nýggjari lóggávu eisini minka stigvíst niður í 15 prosent ár 2036.

[object Object]

Grøna  orkuskiftið hevur  seinastu  20  árini  einamest  verið  á  landi.  Elorka  frá  vindmyllum, biogassi  og  sól  hava,  saman  við  munandi  elektrifisering  av  upphiting  og  ferðslu,  givið  eina árliga sparing í innflutningi av olju á umleið 40.000 tons, sum svarar til eina minking á umleið 10  prosent.  Staðfestast  má,  at  enn  er  langt  eftir  á  mál,  skulu  vit  røkka  langtíðarmálinum  um netto null útlát í 2050, soleiðis sum Parísavtalan, IPCC og hetta lógaruppskotið leggja upp til. Við lógini taka Føroyar eitt týðandi stig at vísa, at politiskur vilji er handan altjóða bindingar Føroya,og miðvísar virkisætlanir verða lagdar til rættis fimta hvørt ár at røkka málinum.

Um endamálið við uppskotinum verður sagt: -Veðurlagslógin  verður  ætlandi  karmur  um  framtíðar  orku-og  veðurlagspolitikk, framsøknar virkisætlanir  og  ítøkilig  átøk  at  røkka  settum málum.  Eisini  verður  lógin  eitt  høvi  at  vísa umheiminum,  at  Føroyar taka  sínar  skyldur  eftir  Veðurlagssáttmálanum  og  Parísavtaluni  í álvara. At røkka langtíðarmálinum krevur eitt orkuskifti á landi og sjógvi. Á landi eru fleiri skjótt syftir seiðir,  meðan  tunga  takið  fyrst  og  fremst  er  á  sjónum.  Nógvar  framkomnar  og  framfýsnar fyritøkur arbeiða dúgliga við tøkniligari menning innan skipaflotan og aðrar vinnur á sjónum. Kortini má staðfestast, at tað fer at taka nógv ár at nútíðmansgera og fremja grønt orkuskifti í flotanum av skipum og bátum undir føroyskum flaggi.

[object Object]

Endamálið  við  veðurlagslógini  er  at  seta  ítøkilig  mál  at  minka  útlátið  av  vakstrarhúsgassi samsvarandi altjóða bindingum Føroya sambært Veðurlagssáttmálanum og Parísavtaluni og at tryggja, at vit sum samfelag megna at tillaga okkum til veðurlagsbroytingarnar í tøkum tíma. Lógin  verður  karmur  um politiska  arbeiðið  hjá  komandi  landsstýrum,  tí  tað  verður  politiska skipanin,  sum skal  útinna  lógina  í  verki,  til  vit  røkka  á  mál.  Lógin  eyðmerkir  ikki,  hvussu langtíðarmálið  skal  røkkast,  men  ásetur, hvat  langtíðarmálið  er.  Hvussu  langtíðarmálið  skal røkkast, og hvussu skjótt orkuskiftið skal ganga, er eitt politiskt mál, har eitt nú støða má takast til, hvussu nógv átøk skulu setast í verk í senn, hvørji tey skulu vera, osfr.  Fyri at fáa eina skynsama tilgongd er ásett, at fimta hvørt ár skulu nýggj og dagførd mál setast at minka útlátið av vakstrarhúsgassi við ávísum prosenttali fyri næsta 10 ára tíðarskeið. Saman við tí skal ein virkisætlan gerast við ítøkiligum átøkum at minka útlátið av vakstrarhúsgassi.

[object Object]

Flest øll munnu vera samd um, at ikki ber til at bíða til síðstu løtu at seta tiltøk í verk, sum flyta Føroyar burtur frá oljuni. Skipanin við tíðarfestum virkisætlanum skal tryggja, at orkuskiftið verður  framt  í  tøkum  tíma og  so  skynsamt  og  smidliga,  sum  til  ber.  Orkuskiftið  má framhaldandi  leggjast  soleiðis  til  rættis,  at  vit  fáa  sum  mest  fyri hvørja  krónu,  sum  landið, kommunurnar, feløg og einstaklingar brúka til umleggingina innan allar geirar í samfelagnum. Málið um netto null útlát av vakstrarhúsgassi ár 2050 merkir, at nationala útlátið netto ikki má verða størri enn natúrliga upptøkan av vakstrarhúsgassi í eitt nú viðarvøkstri og vátlendi. At endurbøta   oyðiløgd   vátlendi   vil   økja   um   upptøkuna.  

Føroyar   hava eitt   stórt   og   ríkt havumhvørvi,  sum upptekur  nógv  CO2.  Av  tí  at  upptøkan  ikki  er  mannaskapt  ber  ikki  til  at mótrokna upptøku av CO2 í havinum. Hinvegin áliggur ein týðandi skylda á heimsins londum at fyribyrgja dálking av havumhvørvinum, so at eginleikarnir og evnini hjá havinum at upptaka CO2 verða varðveitt. Tað snýr seg bæði um at fyribyrgja, at havið gerst súrari, og at lívfrøðiliga upptøkan versnar. Hetta   svarar   til skylduna hjá   øðrum  londum,   sum   hava   regnskóg, mangroveskóg, o.tíl., at verja slík skógarøki móti inntrivum.

Eitt  annað  endamál  við  lógini  er  at  seta  eitt veðurlagsráð.  Veðurlagsráðið  skal  mannast  við óheftum  serfrøðingum.  Veðurlagsráðið  fær  tilmælandi  uppgávur  til  politisku  skipanina,  men ikki  avgerðarheimildir.  Eitt veðurlagsráð er  ikki  eitt  fyrisitingarligt  stjórnarráð,  men  er samansett  við serfrøðingum,  hvørs  uppgáva  verður  at  greina,  leiðbeina  og  gera  tilmæli  um veðurlagspolitisk   átøk   og   at   varpa   ljós   á   og   luttaka   í   almennum   orðaskifti   um veðurlagsbroytingar.

[object Object]Føroyar teljast millum ríku og tøkniliga framkomnu londini og tí hava vit bundið okkum til at vera  við  í  fremstu  røð  at  skerja  útlátið  av  vakstrarhúsgassi.

Loksins verður í samandráttinum  av nýskipanini við uppskotinum sagt: -Føroyar  skulu miðvíst  og  stigvíst  minka  útlátið  av  vakstrarhúsgassi,  so  tað  minkar  niður  til netto null í seinasta lagi ár 2050. Hetta merkir, at grøna kósin og tilgongdin at minka útlátið skal halda fram, og at politiska skipanin í mesta lagi hevur 25 ár at røkka lógarfesta málinum. Á henda hátt taka Føroyar samábyrgd at tryggja komandi ættarliðum somu møguleikar at liva og virka undir, sum vit hava havt, tó á einum meiri burðadyggum og reinorkubúskaparligum grundarlagi, har vit ikki longur dúva á oljuriknar orkuloysnir at reka virksemi í okkara samfelag á.

Veðurlagsbroytingar  raka  ymiskt  alt  eftir,  hvar  í heiminum  ein  er  staddur.  At  fyribyrgja avleiðingum fyri fólk, fæ og lívfrøðiliga margfeldið má og skal hava hægstu raðfesting. Við dagførdum virkisætlanum fimta hvørt ár skal skipaða tilgongdin tryggja, at útlátið av vakstrar-húsgassi minkar so skjótt og støðugt, sum til ber.

Aðalmálið má vera at menna skynsamar og haldførar loysnir, so mest fæst fyri hvørja krónu í umleggingini og í tillagingunum. Eitt veðurlagsráð við óheftum serfrøðingum skal setast at ráðgeva og gera tilmæli til landsstýrið um, hvørji átøk eru neyðug og hóskandi fyri at røkka málinum. Veðurlagsráðið skal viga og meta, um  kós  og  ferð  eru  hóskandi, og  hvørji  átøk  eiga  at  verða  sett  í  verk  til  hvørja  tíð. Umráðandi er, at veðurlagsráðið er óheft og ópolitiskt. Eisini skal veðurlagsráðið við kunning og upplýsing kveikja áhugan fyri veðurlagspolitiskum spurningum  millum  manna. 

Framtíðin  hoyrir  unga  og  komandi  ættarliðum  til, og  tí  er umráðandi, at veðurlagsráðið eisini  megnar  at  byggja  brýr  millum  ættarliðini  fyri  at  tryggja haldføri í teimum tilmælum, sum verða løgd fyri politisku skipanina.

Uppskotið hevur eisini ligið frammi alment til hoyringar, Til ber at síggja, hvat tey mongu, sum hava havt uppskotið  til ummælis, høvdu at viðmerkja. Tað sæst á leinkjuni niðanfyri. 

https://www.logting.fo/mal/mal/?id=11407

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder