Uttanlands

Bornholm leggur til brots við havvindorkuvinnu

Danska oyggin í Eystrasalti sær stórar framtíðar vinnumøguleikar í menningini av havvindorku

2023-05-04 22:19 Author image
Jan Müller
placeholder

Í øllum londunum kring Norðsjógvin verður í hesum døgum skundað undir menningina av vindorku til havs sum ein týðandi part av grøna orkuskiftinum. Og ein av eykavinningunum við hesi gongdini er arbeiði og uppgávur á landi sum veitarar til havvindmylnulundir. Hetta síggja vit bæði í Danmark, Norra, Hálandi og Bretlandi. 

Menning av havvindmylnulundum setir stór krøv ikki bert til framleiðarar men eisini til veitaravinnuna á landi og til havs. Og í síðsta enda merkir hetta, hvussu londini á bestan hátt kunnu gera brúk av verandi og nýggjum havnum. Skulu málini í grøna orkuskiftinum tí røkkast við m.a. havvindorku, tá hava havnir avgerandi týdning. 

Hetta kunnu tey á Bornholm í Eystrasalti sanna. Sohvørt sum havvindorkan mennist, so mennast eisini havnirnar til at kunna veita vørur og tænastur til nýggju vinnuna. So umframt at veita tænastur til samferðsluna, fiskivinnuna og aðrar vinnur, lata havnir á Bornholm seg nú eisini í til at kunna bjóða havvindorkuvinnu vælkomnari. 

Danski miðilin Søfart ger nógv burtur úr komandi havvindorkuframtíðini í Danmark, og í seinastu útgávuni verður ljós varpað á Bornholm, nú ein sáttmáli við heimsins størstu vindmylnufyritøku Vestas letur upp nýggjar dyr til havvindorkuvinnuna. 

Avtalan, sum er gjørd millum fyritøkuna TASK Engeneering í Rønne havn og Vestas, ber í sær, at tað verða skapt 20 nýggj arbeiðspláss fyri smiðjum, elektrikarum og øðrum fakfólki at arbeiða við havvindverkætlanum út frá Bornholm. Fólk frá fyritøkuni hava júst verið á kanningarvitjan hjá Siemens-Gamesa í havnini í Rotterdam, har havvindprojekt fara av bakkastokki. TASK Engeneering hevur fingið til uppgávu at veita tænastur í sambandi havvindverkætlanina Baltic Eagle. Uppá longri sikt verða skapt fleiri hundrað nýggja arbeiðspláss. 

Hetta er úrslitið av umfevnandi fyrireiking og arbeiði, sum m.a. fevnir um tríggjar ISA sertifiserngar, fundir og samarbeiði við lokalar fyritøkur á Bornholm so sum Business Center Bornholm. Uppgávan snýr seg eisini um at gera havnina í Rønne klára til at handfara ymsu uppgávurnar í sambandi við útbygging av havvindmylnulundini nærhendis Bornholm. Eitt av krøvunum frá Vestas er, at brúkt verður lokal arbeiðsmegi til tær ymsu uppgávurnar. Nýggja havvindmylnulundin Baltic Eagle liggur í týska partinum av Eystrasalti út fyri oynna Rügen og fevnir um 50 havvindmyllur uppá 9,5 MW. 

Eigarin av Baltic Eagle, Iberdrola, roknar við at verða klárur at lata grønan streym til Týskland svarandi til nýtsluna hjá 475.000 húsarhaldum komandi ár.  TASK Engineering, sum kemur at standa fyri arbeiðinum í Rønne, er í løtuni við at gerast ein tann fremsta vindvinnufyritøkan á Bornholm og fer hon komandi árini at leggja alla orku í at gera Bornholm til eina miðstøð fyri menning av havvindorku í Eystrasalti. Uppgávurnar eru tó so nógvar, nú tað eisini er politikkurin hjá donsku stjórnini at gera Bornholm til eina Orkuoyggj, at tað verður neyðugt at innflyta arbeiðsorku her serstakliga úr Norðurtýsklandi. 

Hóast føroyingar enn miðsavna seg um vindmylnulundir á landi, so hevur møguleikin fyri at seta upp vindmyllur til havs eisini verður nevndur í orkuorðaskiftinum. Tað var eisini hetta, sum kendi bretski orkuserfrøðingurin Gunther Newcombe umrøddi, tá hann undir vitjan í Føroyum í fjør í legði leiðina inn til Runavíkar havn. Boð hansara har vóru púra greið: mennið og útbyggið havnaløgini til eisini at kunna vera klár til at taka ímóti havvindorkuvinnuni, tá hon kemur so langt í Føroyum.

Tann dag tá havvindorkan av álvara kemur á dagsskránna í Føroyum, er sera umráðandi at hava havnir, sum eru tilreiðar at taka ímóti hesi avbjóðingi segði hann. Tað var Føroya Orkuídnaðarbólkur, sum beyð honum til Føroya fyri m.a. at umrøða grønar orkuverkætlanir í Hetlandi.  Í næstum fara umboð fyri føroyskar stovnar og myndugleikar til Hetlands á ráðstevnu, har grøna orkuskiftið verður á skránni. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder