Tað fer at raka týska búskapin meint, um avgjørt verður at gevast at brúka russiskt gass hendan mánaðin, vísir forsøgn hjá leiðandi búskaparstovnunum í Týsklandi.
Vøksturin í týska búskapinum í ár verður avmarkaður til 1,9 prosent, um stongt verður fyri russiskum gassi. Samstundis verður sagt, at ein slík avgerð fer at senda Týskland út í eina fíggjarkreppu komandi árini, og fer búskapurin at minka við 2,2 prosentum.
Men sjálvt uttan eitt boykott av russiskum gassi, fer kríggið í Ukraina kortini at bremsa búskaparligu endurreisnina eftir koronukreppuna, og mett verður, at inflatiónin í Týsklandi fer at hækka upp í 6,1 prosent, ið verður tað hæsta, sum landið hevur upplivað í 40 ár.
Áðrenn kríggið í Ukraina, sum byrjaði 24. februar, kom uml. ein triðingur av innfluttu oljuni í Týsklandi úr Russlandi, og 45 prosent av innflutta kolinum og 55 prosent av innflutta gassinum kom eisini harfrá.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald