Mestsum allur heimurin merkir avleiðingarnar av høgu orkuprísunum, serstakliga eftir russisku innrásina í Ukraina. Men eitt landið, sum er sera meint rakt, er Bretland. Og hóast prísirnir eru methøgir, og hetta merkist hjá øllum húsarhaldum, so bendir nógv á, at príshækkingarnar als ikki hava rokkið loftinum.
Greinarar vilja sambært ráðgevarafyritøkuni Auxilione vera við, at møguleiki er fyri, at prísirnir fara at hækka trýfalt meira í framtíðini. Hetta kemur sera dátt við hjá milliónum av bretskum familjum.
Tosað verður nú um, at prísirnir fara at seta met í apríl næsta ár. Tá verður mett, at húsarhald skulu rinda góð 6000 pund um árið fyri orkuveiting.
Trýstið á bretskar myndugleikar at bøta um støðuna veksur í hvørjum. Umleið 45 mió. bretar væntast at koma undir heitið “orkufátækradømi” nú veturin nærkast. Fyri mong húsarhald verður neyðugt at skrúva niður fyri hitanum í vetur fyri harvið at kunna spara pening.
Í løtuni verður tosað um at seta í verk enn ein “windfall” skatt á olju- og gassfeløg. Fyrsti av hesum slag varð samtyktur herfyri. Nú verður tosað um, at aðrir partar av vinnulívinum eisini skulu rinda eyka skattin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald