Ein partur av umfevnandi handilsavtalu millum londini í sambandi við vitjanina hjá Donald Trump í Bretlandi er samstarv um at menna kjarnorkuna í Bretlandi eins og í USA.
Avtalan snýr seg um at skunda undir útbygging av kjarnorkuverkum í báðum londunum. Sambært einum úttalilsi frá Westminster er ætlanin, at "turbocharge the build-out of new nuclear power stations”, tvs. at seta fulla ferð á útbygging av kjarnorkuverkum.
Sambært amerikanska orkuráðharranum Chris Wright ynskir Trump at skunda undir kjarnorkuúbygging til tess at nøkta økta orkutørvinum og til tess at hava nóg mikið av orku til at menna vitlíkis-kolveltingina. Brúk er fyri samstarvi millum lond til tess at røkka hesum máli.
Bretski orkuráðharrin Ed Miliband fegnast um avtaluna og sigur, at hetta er byrjanin til eina nýggja gulløld við kjarnorkumenning og at tryggja framtíðar tøkni á økinum.
"We’re kickstarting a golden age of nuclear in this country, joining forces with the US to turbocharge new nuclear developments and secure the technologies of the future."
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald