Hetta vóru boðini til bretsku olju- og gassvinnuna, tá fíggjarlógaruppskot varð lagt fram í vikuni. Frammanundan høvdu umboð fyri vinnuna, politisku skipanina o.o. heitt á bretsku Labour stjórnina um at geva vinnuni betri umstøður at kunna virka undir eitt nú broyta ógvusligu serskattingina eins og taka av bannið móti leiting.
Bretski fíggjarmálaráðharrin, Rachel Reeves, sum sambært oljuvinnuni hevur svikið vinnuna, men sum sambært umhvørvisfelagsskapir hevur tikið tí einastu røttu avgerðina skjótast at fara burtur frá fossilari orku. Við hennara lið orkuráðharrin Ed Miliband.
Hóast olju- og gassvinnan hevur meira enn hálvthundrað ár á baki og hevur verið við til at tryggja Bretlandi orku og inntøkur í ríkiligt mát øll hesi árini, og nú hevði eina vón um at kunna halda fram at menna sítt virksemi til frama fyri eitt nú bretsku orkutrygdina, so valdi stjórnin - sambært nógvar viðmerkjarar - at venda vinnuni og teimum meira enn 200.000 arbeiðsplássunum bakið.
Í bretska parlamentinum gjørdi fíggjarmálaráðharrin Rachael Reeves øllum tingfólkunum greitt, at ongar broytingar fóru at verða gjørdar í skattinum. Haraftrat fór bannið móti nýggjari olju- og gassleiting at standa við.
Hóast hetta var tó ein lítil glotti at hóma, nevniliga, har stjórnin sigur seg vilja loyva lutvísa oljuleiting í økjum, sum liggja tætt við verandi olju- og gassleiðir.
Í sínum svari til hoyring, sum hevur verið um framtíðar olju- og gassvinnuna, ið varð lagt fram sama dag, sigur stjórnin seg vilja slaka uppá krøvini um nýggja leiting, har henda fer fram nærhendis verandi olju- og gassleiðum. Tað meta summir viðmerkjarar vera eitt tekin um, at stjórnin kortini vil vera við til at halda lív í vinnuni.
Stjórnin sigur seg annars vilja gera alt fyri at halda fram við at stuðla uppundir grøna orkuskiftið.
Bretskir miðlar eru á tremur við viðmerkingum eftir stjórnarútspælið, har vit finna yvirskriftir sum "Deyðadómurin yvir bretska oljuvinnu" og "Stjórnin setir oljuvinnuna í skák mát".
![]()
![]()
Umboð fyri vinnuna eru sum heild vónsvikin, nú tey í dialoginum við stjórnina høvdu roynt at finna loysnir, sum gingu bæði tí grøna skiftinum og olju- og gassvinnuni á møti.
Hinumegin eru umhvørvisfelagsskapir ovurhonds fegnir, nú stjórnin sambært teirra útleggingum her hevur tikið eitt týðandi stig til at gera enda á fossilu orkuvinnuni.
![]()
Stóri og enn ósvaraði spurningurin í kjalarvørrinum á fíggjarlógaruppskotinum er, hvørja støðu stjórnin fer at hava til útbyggingina av stóru oljukelduni Rosebank eystan fyri føroyska markið eins og til aðrar komandi útbyggingar í økinum. Tað málið verður ikki viðgjørt í sjálvum fíggjarlógaruppskotinum, men tað verður tó greitt um stutta tíð. At stjórnin gevur loyvi til leiting nærhendis oljuleiðir kundi verið ein ábending um, at stjórnin fer at geva grønt ljós til stórar útbyggingar sum tær við føroyska markið.
![]()
Stjórin í stóra meginfelagnum hjá bretsku orkuvinnuni, Offshore Energies UK, David Whitehouse er ein av teimum, sum er ovfarin av avgerðini hjá stjórnini nærum heilt at taka framtíðar grundarlagið undan vinnuni, sum telur so mong fólk, og sum í dag stendur fyri einki minni enn 75% av bretsku orkunýtsluni.
Hann sigur í viðmerking til bretskar miðlar, at Bretland kann fáa stórar trupulleikar komandi árini, tí gongdin er tann, at framleiðslan av olju og gassi minkar alsamt, og vandi er fyri, at hon minkar við 40% innan 5 ár. Henda minking kemst m.a. av, at stjórnin hevur brandskattað vinnuna og sett bann fyri leiting, nakað, sum hevur fingið íleggjarar at rýma úr Bretlandi. Við tí úrsliti at Bretland kemur at hava tørv á at innflyta og dúva uppá orku úr øðrum londum, har útlátið er nógv størri enn oljan og gassið, sum verður framleitt í Bretlandi.
1000 arbeiðspláss hvørva hvønn mánað
Hann vísir á, at avleiðingin av rikna politikkinum er longu tann, at 1000 arbeiðspláss hvørva hvønn mánað, samtíðis sum grundarlagið verður tikið undan ta so týðandi orkutrygdini. Støðan er vorðin so mikið álvarslig, at tær meira enn 450 limafyritøkurnar í Offshore Energies UK eru kallaðar til fundar at umrøða íkomnu støðuna.
Stjórnin hevur annars fleiri ferðir víst á, at olju og gass fara at vera týðandi partur av orkuveitingini í Bretlandi í fleiri tíggjutals ár aftrat. Tað sampakkar so als ikki við tær avgerðirnar, sum stjórnin nú hevur tikið vísir David Whitehouse á. Hann ber stóran ótta fyri, at stórir og týðandi íleggjarar fara at takka fyri seg og gera íløgur aðrastaðni enn í Bretlandi. Óvissan um framtíðina er so mikið stór, at íleggjarar rætt og slætt tora ikki at leggja seg eftir at fara undir stórar verkætlanir og útbyggingar í Bretlandi.
Vinnan hevur alla tíðina sagt stjórnini, at skal landið vera sjálvbjargið við egnari orku við lágum útláti og samtíðis verja orkutrygdina, so er neyðugt, at feløg sleppa at leita eftir nýggjum oljugoymslum, sum finnast í Norðsjónum og á Atlantsmótinum. Hesar goyma stórar nøgdir av olju og gassi, men nú skulu hesar vera liggjandi fær stjórnin sín vilja. At geva loyvi til leiting í avmarkaðum økjum tætt við verandi framleiðslur kemur sjálvandi væl við, men spurningurin er so, um tað er nóg mikið til, at íleggjarar vilja brúka sínar pengar í Norðsjónum.
Orkustjórin leggur tó dent á, at vinnan fer ikki at geva skarvin yvir eftir hetta men fer framhaldandi at arbeiða fyri broytingum, sum kunnu gagna framtíðar orkuvirkseminum í Bretlandi. Hann hevur longu biðið um fund við stjórnina fyri at fáa greiði á øllum smálutum í framtíðar politikkinum eins og gera greitt, hvussu álvarslig støðan er ikki bara fyri vinnuna men fyri alt Bretland.
Miðlarnir hava eisini tosað við Ed Miliband, orkuráðharra, sum ikki er samdur í, at stjórnin hevur sett fót fyri vinnuni. Hann vísir á, at stjórnin hevur roynt at vera pragmatisk og hevur loyvt leiting í ávísum økjum.
Longu í 2026 kemur stórt framleiðsluskip á leiðirnar eystan fyri markið. Framleiðslan á Rosebank byrjar seint í árinum.
Kann eisini fáa týdning fyri Føroyar
Eingin ivi er um, at eisini í Føroyum verður fylgt væl við gongdini í Bretlandi, nú stjórnin hevur spælt út við síni støðutakan til framtíðar olju- og gassvinnuna. Bæði fyri royndirnar at fáa útlendsk oljufeløg at koma henda vegin at leita eins og fyri veitaravinnuna at fáa lut í arbeiðsuppgávum hinumegin markið, hevur tað stóran týdning at vita, hvørjar umstøður vinnan hinumegin markið fær at arbeiða undir.
Risastóra framleiðslu- og goymsluskipið, Petrojarl Knarr, sum í løtuni verður umbygt til at arbeiða á leiðunum eystan fyri Føroyar, har Equinor útbyggir Rosebank kelduna. Tað stendur til at koma henda vegin tíðliga næsta ár.
Heimsins størsti orkumiðil, Upstream skrivaði í gjár, at orkufelagið Ithaca Energy, í løtuni hevur biðið um tilboð at byggja hetta stóra framleiðsluskipið, Cambo FPSO, sum skal taka oljuna upp á Cambo kelduni tætt við Føroyar. Nú verður so upp til bretsku stjórnina, um útbyggingin fær grønt ljós.
Fyri Føroyar – um ynskið framhaldandi er at gerast partur av olju- og gassvirkseminum á Atlantsmótinum – hevur tað týdning, at stóru útbyggingarnar, sum eru í gongd og sum ætlanin er at seta í verk eystan fyri markið, verða gjørdar. Tí við teimum fáa vit eitt týðandi undirstøðukervi tætt við Føroyar, sum aftur kann gagna eini komandi leiting her.
Tað fara vit so at hoyra nærri til helst komandi vikurnar. Eitt er hvat bretska stjórnin tekur avgerð um. Annað er, hvussu øll tey feløgini, sum longu eru virkin á bretska landgrunninum og sum ynskja at vaksa um sítt virksemi, fara at fyrihalda seg til seinastu avgerðina hjá stjórnini.
![]()
Nógvar stórar olju- og gassleiðir eru eystan fyri Føroyar. Spurningurin er, um undantakið frá bretsku stjórnini til at loyva leiting í økjum nærhendis verandi fundum kann koma at gagna júst umrøddu leiðum á Atlantsmótinum.
Til ber eisini frá einum føroyskum sjónarvinkuli at siga, at tað kann gerast ein fyrimunur fyri føroyska oljuleiting, at skattingin hinumegin markið heldur fram at vera 78%, meðan hon í Føroyum er væl lægri, í løtuni góð 50%. Spurningurin er, um hesin munurin kann fáa feløg, sum eru virkin á bretska landgrunninum, at hyggja henda vegin. Vit vita, at fleiri teirra hava samband við Jarðfeingi.
Føroyar eru í hvussu er væl og virðiliga kappingarførar við oljuleiting samanborið við bretska grannaøkið, men munurin er kortini tann, at stórar keldur eru funnar bretsku megin markið - hetta m.a. tí at so nógvir brunnar eru boraðir har. Her hjá okkum er talan um eitt fátal - einans níggju í tali. Sí annars grein á orkan.fo um kunningina, sum Vinnumálaráðið hevur latið løgtingsins fíggjarnevnd um marknaðarføring av Føroyum til oljuleiting.
https://orkan.fo/oljuleiting-enn-er-ahugi-fyri-foroyska-okinum
![]()
Føroyar eru opnar fyri leiting er boðskapurin hjá landsstýrinum, sum fær dygga undirtøku frá einum stórum meiriluta av løgtinginum tvørtur um floksmørk. Her faldari, sum FOÍB, Føroya Orkuídnaðarbólkur hevur gjørt til ráðstevnu í Aberdeen fyrr í ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald