
Stórur áhugi var fyri altjóða orkumessuni og ráðstevnuni í Aberdeen nú um dagarnar. Ikki færri enn 800 fyritøkur úr 30 londum luttóku við básum. Harumframt vóru framløgur frá morgni til kvøld allar fýra messudagarnar. Hesir fevndu um serstakliga fimm høvuðstættir: olju og gass, vind- og sólorku, vetni (Hydrogen), fangan og goymslu av CO2 (CCS) og niðurtøku av gomlum oljupallum (Decomm).
Eitt av fryntligu starvsfólkunum hjá OEUK við nýggjastu orkutroyggjuni.
Norðsjógvurin – juvelurin í orkukrúnini
Mest ljós varð varpað á Norðsjógvin, ið varð umrøddur sum ein tann fremsti í heiminum at hýsa og menna ymsu orkusløgini.
BP er eitt tað virknasta orkufelagið á Atlantsmótinum eystan fyri Føroyar. Tað hevur í umbúnað at útbyggja risastóru oljukelduna Clair fyri triðju ferð.
Hóast olja og gass eru framleidd í fimti ár, verður mett, at stórar nøgdir framvegis goyma seg í undirgrundini. Og sami Norðsjógvur og Atlantsmótið verða eisini mett at vera eitt hitt besta staðið á jørð til at menna havvindorku. Og hóast henda menning hevur stórar váðar við sær og krevur nógvan kapital, so verður havvindorkan raðfest høgt, m.a. tí hon er grundarlagið fyri øðrum týðandi orkuframleiðslum eitt nú vetni og ymsum sløgum av brennievnum til flutning. Alt nakað, sum so ella so kann hava áhuga í Føroyum eisini, nú vit liggja í útjaðaranum av Norðsjónum.
Reyði tráðurin
Ein reyði tráðurin á ráðstevnuni var spurningurin um, hvussu orkuvinna og myndugleikar kunnu finna bestu felags kósina fyri eini reinari og vaksandi heimligari orkuframleiðslu tað veri seg svarta og grøna. Brandskattingin serstakliga av bretsku olju- og gassvinnuni hevur sett kílar millum vinnuna og myndugleikarnar við tí úrsliti, at eitt orkufelag fyri og annað eftir rýmir úr Bretlandi við kós móti londum, har kamarnir at virka eru betri og meira støðugir.
Vinnan hevur rópt varskó nú í eina tíð og ávarað stjórnina um, at henda gongdin kann ikki halda fram. Ìløgur, sum annars kundu verið við til at menna og tryggja bretska búskapin, fara til onnur pláss í heiminum. Tað fekk so eftir ótaldar áheitanir frá vinnuni, stjórnina til at taka upp ein dialog við vinnuna – eitt sonevnt “Consultance” tiltak, har vinnan kunnaði stjórnina um, hvørjar tankar og ætlanir hon hevði fyri framtíðina.
Stjórnin hevur lovað at koma við einum svari, sum vinnan nú bíðar eftir. Væntandi kemur tað seinni í heyst og vónar vinnan, at stjórnin fer at taka hædd fyri framtíðar olju- og gassvirksemi í Norðsjónum í mong mong ár aftrat, nú vinnan ger greitt, at talan er ikki um antin ella men um bæði og. At olja og gass eru ein týðandi og náttúrligur partur av orkumiksinum.
Bretland innflytir meginpartin av orkuni
Víst verður á at Bretland í dag innflytir stóran part av orkutørvinum, í onkrum førum meira enn 70%, samtíðis sum til ber at vera sjálvbjargin við orku í nógv størri mun, um vinnan sleppur at arbeiða undir føstum og rímuligum kørmum. Heldur enn at innflyta meira skitna orku úr londum í Miðeystri og Russlandi heldur vinnan tað vera rætt at framleiða egna orku úr Norðsjónum. "Homegrown Energi" hevur verið eitt av lyklaorðunum á ráðstevnuni.
David Whitehouse, stjóri í OEUK við orkan.fo: -Vit mugu hava tryggar karmar, skulu vit gera stórar íløgur í framtíðar orkuframleiðslu. Vit mugu finna eina millumloysn millum "Drill Baby Drill" og "End of Oil".
Svarið - hvørjar karmar vinnan kann arbeiða undir - fáa vit so seinni í ár og er greitt, at nógv av feløgunum nú bíða við at gera íløgur soleingi óvissa ræður. Eygleiðarar á Offshore Europe halda, at hóast orkuráðharrin Ed Miliband ger tað hann kann fyri at seta fót fyri olju- og gassvinnuni, so verður mett, at stjórnin við forsætisráðharranum Keir Starmer á odda fer at finna eina millumloysn, sum allir partar kunnu liva við – eini loysn, ið bæði snýr seg um reina orku eins og framleiðslu av egnari olju- og gassorku heldur enn innfluttari.
Høvuðsniðurstøður frá Offshore Europe 25
Eftir fýra dagar við framløgum og orðaskifti um orkuframtíðina fyrst og fremst í Bretlandi vóru niðurstøðurnar hesar:
Politisk støðufesti og langtíðarstrategi eru avgerandi
David Whitehouse (stjóri í Offshore Energies UK og formaður í OE25-umsitingarbólkinum) vísti á, at tað ikki er jarðfrøðin, men politiskar avgerðir, sum stýra verandi afturgongd í olju- og gassframleiðslu í Norðsjónum. Ein støðug og langtíðarpolitisk karmaskipan er alneyðug fyri at draga til sín privatar íløgur og endurreisa dialogin innan vinnuna.
Frá práti til veruliga handling
OE25 gjørdist eitt skifti frá kjaki til ítøkiliga handling. Alment-privat samstarv og nýggjasta tøknin innan havvindorku, CO₂-goymslum (CCS) og vetni mugu nú setast í verk í størri vavi. Sama fakliga vitan og veitingarketan, sum hevur stuðlað olju & gassi, skal eisini vera ein drívmegin í grøna orkuskiftinum.
Orkuskipanin sum strategiskt tilfeingi
Whitehouse legði dent á, at hóast framleiðslan av olju og gassi er minkandi, so er Norðsjógvin framvegis at meta sum eitt strategiskt búskaparligt tilfeingi, sum kann skapa stór virði – mett til “upp ímóti 165 milliardum pundum” til bretska búskapin.
Byggja brýr millum fossila og grøna orku
Á ráðstevnuni løgdu fleiri røðarar – m.a. Juergen Maier (leiðari í Great British Energy) – dent á týdningin av samstarvi tvørtur um orkusektorar. Tað snýr seg ikki um at velja annaðhvørt olju & gass ella burðardyggar orkukeldur, men heldur at sameina “allar orkuformar” (olju & gass, vind, vetni og goymslu) í eini heildarstrategi.
Hvat merkir so hetta fyri vinnuna og búskapin í Bretlandi:
Avgerandi fyri at draga til sín og varðveita íløgur
Fokus á veruliga framleiðslu og tøkniliga íverksetan
Olja og gass kunnu framvegis stuðla búskapinum í umskiftistíðini
Skapar synergi millum fossila og grøna orku.
Orðaskiftið á ráðstevnuni var sera lívligt.
Havvindorkan fylti nógv á Offshore Europe
Vetni - hydrogen - var eisini partur av messuni.
Stórur partur av olju- og gassframleiðsluni fer fram á havbotninum.
Niðurtøka av gomlum pallum ein týðandi vinna í Bretlandi.
Keldur: Energy Voice, Offshore-mag.com, BBC, OEUK
Myndir: Jan Müller
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald