Ein av høvuðsvinnunum í Skotlandi og ein týðandi vinna eisini í Bretlandi sum heild, olju- og gassvinnan, fær nú eina týðandi peningaliga innspræning frá bretsku stjórnini umframt privatum íleggjarum.
Ikki minni enn 150 mia. kr. fara komandi árini til at stuðla olju- og gassvinuni at leggja um til varandi orkukeldur og grøna orkuskiftið sum heild. Hetta skal m.a. gerast við at byggja út vetnisframleiðslu og menna tøkni til at fanga og goyma CO2. Hesi tiltøk saman við øðrum skulu so vera við til at minka um og heilt sleppa undan CO2 útláti, eins og at koma burtur úr tí kreppu, sum bæði korona og minkandi eftirspurningur og lágir prísir hava havt á hesa fyri Stórabretland týðandi vinnuna.
Mett verður at millum 200.000 og 300.000 fólk eru beinleiðis knýtt at vinnuni umframt tey mongu í avleiddum vinnum. Stjórnin er samd við vinnuni í, at olju- og gassvinnan má fáa stuðul til grøna skiftið, soleiðis at ikki øll arbeiðsplássini har fara fyri skeyti. Nýggja avtalan fer at minka um dálkingina við 60 mió. tonsum í 2030 og fer eisini at stuðla uppundir at varðveita umleið 40.000 størv í veitingarvinnuni.
Tað eru ikki øll, sum eru eins fegin um avgerðina hjá stjórnini. M.a. halda umhvørvisfelagsskapir so sum Greenpeace, at stjórnin við hesi útmelding beint undan stóru veðurlagsráðstevnuni í Glasgow í vetur, COP26, ger seg til gjøldur, tí avtalan í veruleikanum er við til at halda lív í olju- og gassvinnuni. Her verður serstakliga víst til avgerðina hjá stjórnini ikki at steðga oljuleiting, sum Greenpeace metir er at ganga ímóti andanum í Parísavtaluni frá 2015.
Felagsskapurin heldur, at Bretlandi skuldi gjørt sum Danmark við heilt at banna leiting. Bretski orkuráðharrin sigur í eini viðmerking, at Bretland við hesi avgerðini tvørturímóti miðjar móti at gera landið til eina tjóð við reinari orku.
“Vit fara ikki at sleppa olju- og gassarbeiðarum uppá fjall í hesum alneyðuga orkuskiftinum burtur frá fossilum brennievnum. Við hesi avtalu ynskja vit at skapa orku til eina grøna ídnaðarkollvelting við at leggja okkum eftir reinari orku og orkutøkni, sum Bretland hevur tørv á fyri at stuðla uppundir ein grønan búskap."
Hann fær undirtøku frá stjóranum í Oil and Gas UK, Deirdre Mitchie, hvørs felagskapur umboðar alla olju og gassvinuna í Bretlandi. Hon sigur við BBC, at bæði verandi olju- og gassleiting og framleiðsla eru í tráð við endamálið um “net zero emissions”, sum hon málber seg.
“Vit eru fegin um, at stjórnin nú hevur skilt hetta rætt. At minka um CO2 útlátið soleiðis at tað ein dag kemur niður á null er júst tað, sum okkara vinna hevur sett sær sum mál."
Stjórin í WWF Scotland, Lang Banks sigur við BBC, at hann er ikki samdur við stjóran hjá oljuvinnuni og vísir til, at við at loyva framhaldandi oljuleiting, ber ikki til at røkka málinum um null útlát.
Í avtaluni, sum bretska stjórnin fer at leggja fram, verður allur stuðul til fígging av verkætlanum, sum stuðla uppundir nýtsluna av olju og gassi, og sum liggja uttan fyri Bretland, steðgaður. Okkurt undantak er kortini.
Í sambandi við nýggjastu útmeldingarnar hevur skotska stjórnin saman við vinnuni sett á stovn "The Just Transition Commission”, sum ger vart við avleiðingarnar av skiftinum og mælir til, at tað fer so smidliga fram, at tað ikki hóttir bæði búskap og arbeiðspláss í Skotlandi.
Víst verður á, at gongdin til grøna skiftið, má skipast so skilagott tilber og snýr hon seg eisini um at endurútbúgva fólk í oljuvinnuni til at kunna gerast partur av grøna skiftinum. Í hesum sambandi verður m.a. víst á stóra týdningin, sum olju- og gassvinnan í dag hevur fyri Skotland, og at avgerðir um framtíðina hjá hesi vinnu og teimum har arbeiða skulu vera í tráð við viljan hjá skotska fólkinum, har m.a. tann sosiali parturin verður raðfestur høgt. Eisini skal skiftið gerast í samráð við fakfeløgini. Sambært BBC skrivar “The Just Transition Commission” m.a.:
"The transition must be made by the people of Scotland, not done to the people of Scotland. And the shift must be a “national mission with social justice at its heart. The great move towards low carbon must be done in co-operation with the unions."
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald