Í dag 1. desember - á "Adura day" - lótu dyrnar upp hjá nýggja orkufelagnum Adura í Aberdeen. Felagið er ein samanrenning av teimum báðum stóru orkufeløgunum Equinor og Shell, sum hava lagt allar sínar olju- og gassognir í bretska partinum av Norðsjónum í eitt og sama felag.
Við hesi samanlegging er Adura størsta sjálvstøðuga oljufelagið í Bretlandi við nógvum framleiðandi olju- og gasskeldum eins eini rúgvu av leitiloyvum.
![]()
Uttan iva vekir samanleggingin eisini áhuga í Føroyum, nú stórur partur av tess virksemi fer fram í økinum eystan fyri Føroyar. Adura kemur nevniliga at umsita stóru olju- og gassleiðina Rosebank, sum liggur eystan fyri Føroyar - og annars fleiri av framleiðandi leiðunum millum Føroyar og Hetland eitt nú Schiehallion, Clair og Victory. Aðrar leiðir eru í Norðsjónum so sum Mariner, Nelson, Jackdaw og Buzzard.
Ein av orsøkunum til at leggja saman olju- og gassognir hjá hesum báðum kendu og stóru oljufeløgunum er at kunna brúka bæði tøkniligu og fíggjarligu styrkina til at menna framtíðar virksemið.
![]()
Felagið fer at hava sítt høvuðssæti í høvuðsgøtuni í Aberdeen, Union Street. Stjóri í felagnum er Neil McCulloch. Hann sigur sambært Energy Voice, at hann við sínum 30 ára royndum í hesi vinnuni, er errin av at vera tann, sum skal standa fyri nýggja og spennandi virkseminum.
![]()
Væntandi fer Adura at vera størsti framleiðari av olju og gassi í Norðsjónum í 2026.
Nýggja flaggskipið í bretskum øki fer at framleiða 150.000 tunnur um dagin um somu tíð sum tað fer at menna leitiloyvi, har fleiri liggja tætt við føroyska markið.
![]()
Nú oljuvinnan í hevur verið fyri stórum bakkasti eftir avgerðina hjá bretsku stjórnini ikki at loyva nýggjari leiting og broyta serskattin á oljufeløg, kemur tað uttan iva væl við, at eitt so stórt og fíggjarliga sterkt felag sum Adura bjóðar seg fram.
Vit hava longu sæð, at fleiri feløg hava minkað um sítt virksemi vegna skattapolitikkin hjá stjórnini, seinast hevur oljufelagið Harbour Energy sagt upp 100 fólkum við nettupp serskattinum sum grundgeving.
At eitt nýtt felag sum Adura gerst veruleiki júst um somu tíð sum stórar útbyggingar nærhendis Føroyum standa fyri framman kann vera kærkomið fyri føroyska vinnu eins og myndugleikar, sum fegin síggja olju- og gassvirksemi í grannalagnum, ið aftur kann seta ringar í sjógvin.
![]()
Goymslu- og framleiðsluskipið, Petrojarl Knarr,sum taka sær av framleiðsluni á Rosebank. Tað kemur á leiðirnar við Føroya í næsta ár.
Í løtuni verður bíðað eftir svari frá stjórnini um at loyva útbyggingini av Rosebank at halda fram. Eftir 1. desember er tað so nýggja felagið Adura, sum er fyristøðufelag fyri hesa oljuleiðina.
![]()
Nýggja felagið Adura fer at vera við til at umsita flestu av olju- og gassleiðunum á Atlantsmótinum, eitt nú Rosebank, Schiehallion, Clair og Victory. Somuleiðis nógv av leitiloyvunum eystan fyri Førpyar.
![]()
![]()
Um somu tíð frættist eisini, at hitt stóra felagið á Atlantsmótinum, Ithaca Energy av álvara er farið at varpa ljós á aftur Cambo oljukelduna, sum liggur einans 5 kilometrar frá føroyska markinum. Felagið fer í næstum at senda inn umsókn til útbygging. Eisini hevur felagið boðið út arbeiðið at gera eitt goymslu- og framleiðsluskip til hesa stóru verkætlanina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald