Uttanlands

Hægstirættur í Bretlandi vil ikki steðga oljuloyvum

Hevur víst aftur kærumáli frá umhvørvisfelagsskapi um at steðga og taka aftur 28 leitiloyvi í Norðstjónum

2025-12-02 18:33 Author image
Jan Müller
placeholder
Talan er um loyvini, sum undanfarna konservativa stjórnin lat orkufeløgum í 33. útbjóðingini. Umhvørvisfelagið Oceana UK hevði lagt sak inn at steðga loyvunum, tí fleiri teirra komu undir “The marine protected areas (MPA).

Hægstirættur vísti í sínum dómsúrskurði á, at stjórnin hevði borið seg rætt at, tá hon lat loyvini og hevði fylgt umhvørvisreglum. Avgerðin hevur við sær, at fyristøðufeløg so sum NEO Next, Perenco  og Finder Energy kunnu halda fram við at sínum kanningararbeiði. Avgerðin hjá rættinum merkir tó ikki, at loyvini kunnu koma undir aftur sjóneykuna, tá feløgini ætla at halda fram við at menna loyvini og tá skulu til at søkja av nýggjum. Oceana UK sigur í eini viðmerking til avgerðina hjá rættinum, at tað fer at fylgja gongdini og royna at steðga málinum eina aðru ferð. 

Stórur spenningur var annars um júst hetta sakarmálið, nú ein dómstólur í Skotlandi nakað herfyri fyribils gjørdi av at taka aftur loyvi til útbygging av oljuleiðum. 


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder