Norðurlendsku ministararnir við veðurlags- og umhvørvismálum hava samtykt eina felags yvirlýsing um týdningin av altjóða samstarvi um umhvørvisfyrisiting.
- Verjan av okkara umhvørvi og støðufestið í okkara vegurlagið er treytað av okkara evnum til at standa saman altjóða, sigur finska ráðkvinnan, Sari Mutala.
Kjak um altjóða samstarv var høvuðsevnið, tá norðurlendsku ministararnir, teirra millum Margit Stórá úr Føroyum, í gjár hittust í Stockholm, har norðurlendskur ársfundur er hesa vikuna.
Tosað varð eisini um komandi ST-veðurlagssamráðingarnar, sum vera í Belém í Brasil í næstum, um plastsamráðingarnar, sum vóru í Genève í august, og um UNEA7 umhvørvisfundin hjá ST, sum verður í Nairobi í desember.
Við hesi bakgrund staðfestu ministararnir sínar raðffesting í fleirlanda samstarvi og eina reglugrundaða altjóða skipan sum fyritreyt fyri at loysa alheims umhvørviskreppurnar í eini felags yvirlýsing.
- Verjan av umhvørvinum og støðufestið í okkara veðurlagspolitikki er treytað av okkara førleika til at virka saman altjóða. Samstundis liva vit í ótryggum tíðum, har samstørvini millum lond eru undir stórum trýsti. Tað er tí av týdningi, at staðfesta hetta saman við hinum norðurlendsku londunum í eini felags yvirlýsing, sigur finski ministarin fyri veðurlag- og umhvørvi, Sari Mutala í tíðindaskrivi frá norðurlendska ministararáðnum.
Í yvirlýsingini verður COP30 í Belém lýst sum ein avgerandi løta til at vísa framhaldandi raðfesting av málunum, sum eru lýst í Parisavtaluni. Harumframt varpa ministararnir ljós á norðurlendsku royndirnar við at sameina grøna umlegging og búskaparvøkstur og leggja dent á, at tað er neyðugt við skjótum tiltøkum til tess av avmarka alheims upphitingina til 1,5°C.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald