
Eitt nýtt oljufelag, sum selir brenniolju til vinnu- og privatkundar á meginøkinum hevur sæð dagsins ljós í dag.
Og oljan verður seld fyri ein munandi minni prís, enn tey gomlu oljufeløgini selja oljuna fyri.
Tað er flutningsfelagið Thomsen, sum higartil hevur veitt ymiskan flutning við stórum bilum umframt saltsølu, sum nú eisini er farið undir at selja olju í samstarvi við olkufelagið Krafta á Hulki á Strondum.
Thomsen hevur heimstað á havnarlagnum í Hvalvík.
Tórhallur Thomsen, stjóri í felagnum sigur, at tey í eina tíð hava arbeitt við at fara undir at selja gassolju til privat húsarhald og vinnukundar á meginøkinum sum er bíligari enn oljan, sum verandi feløg á marknaðinum selja oljuna fyri. Hetta gjørdist møguligt, tá tað kom ein nýggjur innflytari av olju, Krafta, sum hevur lagt seg eftir at selja til skip.
Og okkurt bendir á, at verandi feløg, nú fáa harða kapping, tí Tomsen selur oljuna fyri munandi lægri prís.
Listaprísurin hjá bæði Magn og Effo var í dag 8,58 krónur fyri ligurin av gassolju. Tað er 74 oyru meiri enn Thomsen í dag er farið at selja olju fyri, um so er at keypt verður minst 700 litrar.
Thomsen hevur fyri tíð síðani fingið ein tangabil at flyta oljuna, og so leingi sum felagið bert hevur tann eina bilin, so verður møguleikin fyri at keypa frá felagnum avmarkaður til meginøkið, upplýsir Tórhallur Thomsen.
Kundar, sum ynskja at keypa olju frá nýggja felagnum, gera tað við at bíleggja á heimasíðuni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald