Uttanlands

ES bannar russiskum gassi frá 2027

Bæði ES lond og ES tingið samd um at steðga keypi av russiskum gassi um tvey ár

2025-12-03 23:09 Author image
Jan Müller
placeholder

Loksins eru ES lond og ES tingið samd um heilt at gevast við at keypa gass úr Russlandi, hetta frá 2027. Talan er bæði um gass gjøgnum rørleiðingar  og um LNG.

Tað kunnaði ES forkvinnan Ursula von der Leyen frá í morgun. Í fjør innfluttu ES lond 12% av síni gassnýtslu úr Russlandi fyri eitt virði uppá 120 mia. kr. Í byrjanini av krígnum í Ukraina innflutti ES nærum 50% av síni gassnýtslu úr Russlandi. Kolainnflutningurin úr Russlandi er í dag null. Oljuinnflutningurin, sum var umleið 26% úr Russlandi er í dag niðri á 2%. Hesi skulu vera burtur um tvey ár sigur forkvinnan í ES. 

Dan Jørgensen, ES kommiserur fyri orku sigur, at ES ætlar sær ikki longur at vera við til at fíggja kríggið hjá Russlandi í Ukraina. Tað næsta verður eitt bann móti keypi av russiskari olju segði hann við miðlarnar í morgun.

Henda gongdin fer at hava við sær, at Evropa fer at tørva gass úr eitt nú Norra eins og USA. Norra hevur útbygt sína gassframleiðslu leingi fyri at nøkta komandi eftirspurninginum og gjørdi nú um dagarnar avtalu við Tjekkia um at veita alla gassnýtsluna í landinum komandi 10 árini.  




Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder