Uttanlands

Bretski fíggjarmálaraðharrin vil skunda undir olju- og gass útbyggingar

 Soleiðis at gongd kemur á íløgur í nýtt olju- og gassvirksemi í  Norðsjónum

Bretskir ráðharrar skunda nú undir útbygging av olju- og gassleiðum í Norðsjónum og eystan fyri Føroyar. Ein teirra er Rosebank keldan, sum liggur tætt við markið. Equinor hevur í hyggju at brúka hetta framleiðslu- og goymsluskipið í sambandi við framleiðsluna.

Bretskir ráðharrar skunda nú undir útbygging av olju- og gassleiðum í Norðsjónum og eystan fyri Føroyar. Ein teirra er Rosebank keldan, sum liggur tætt við markið. Equinor hevur í hyggju at brúka hetta framleiðslu- og goymsluskipið í sambandi við framleiðsluna.

2022-02-11 19:18 Author image
Jan Müller
placeholder

Eftir at umhvørvisfelagsskapir, andstøðupolitikarar og eisini leiðandi politikarar í Skotlandi hava roynt at steðga royndunum at útbyggja nýggjar olju- og gassleiðir í Norðsjónum og vestan fyri Hetland hevur bretski fíggjarmálaráðharrin Rishi Sunak nú heitt á vinnuráðharran Kwasi Kwarteng um at skunda undir endaligu viðgerðina av loyvum til olju- og gassútbyggingar. Hetta bæði fyri at fáa íleggjarar til at varðveita áhugan fyri framtíðar olju- og gassframleiðslu á bretska landgrunninum og til tess at skapa eitt betri og tryggari grundarlag fyri grøna orkuskiftinum og harvið minkandi útláti. 

Fíggjar- og skattaráðharrin er farin so langt sum beinleiðis at útpeika tey loyvini, sum eiga at fáa grønt ljós til at byggja út í hesum árinum. Hesi eru bæði í Norðsjónum og vestan fyri Hetland. Talan er m.a. um Rosebank, Jackdaw, Marigold, Brodick, Catcher og Tolmount East. Fleiri av hesum hava longu fingið góðkenning frá stjórnini, men mangla at taka endaligu avgerðina um útbygging. 

Sambært The Telegraph roynir vinnuráðharrin at skunda undir íløgur í Norðsjónum ikki einans fyri at útvega arbeiðspláss og skattainntøkur men eisini til tess at tryggja heimligu orkuveitingartrygdina. 

Kwasi er beinleiðis farin undir at vísa aftur tað hann nevnir høpisleysu krøvini frá Labour og umhvørvisfólki at skrúva fyri framleiðsluni. At taka slík ørvitiskend stig, sum hann málber seg, vildi verið tað sama sum at beint fyri orkutrygdini og meira enn 200.000 arbeiðsplássum, og vil endin tá gerast, at Bretland verður noytt til at innflyta enn størri nøgdir av olju og gassi úr londum, hvørs framleiðsla ikki er eins haldbar skrivar blaðið.

Fyri at fáa góðkenning til nýggjar útbyggingar í Bretlandi skulu feløg lúka krøv um bæði umhvørvisverju og góðkendar útbyggingarætlanir, sum í síðsta enda skulu viðmælast frá Oil and Gas Authority. Hesar skulu eisini vera í tráð við nýggjastu veðurlagsmálini. 

Ovast á listanum yvir útbyggingar, sum hava skund, er Rosebank keldan, sum liggur skamt frá føroyska markinum. Hon goymir í fyrsta lagi 300 mió. tunnur av kolvetni tvs. bæði olju og gassi og er sera meinlík eini aðrari keldu um somu leiðir, nevniliga Cambo, sum so nógv umrøða hevur verið av. Báðar hesar stóru keldurnar eru á meira enn 1100 metrar dýpi. Equinor, sum er fyristøðufelag fyri Rosebank, hevur sagt, at tað fer at taka endaliga avgerð um útbygging í hesum árinum, møguliga longu í mai. Equinor eigur 40% av Rosebank, Suncor Energy eigur 40% og Siccar Point Energy 20%. 

Útbygging av Rosebank er mett at kosta 40 mia. kr. og verður brúk fyri einum framleiðsluskipi og boring av 20 brunnum. Equinor arbeiðir í løtuni við at minka um útreiðslurnar til útbyggingina.  

Ein av hinum útbyggingunum er Jackdaw, sum liggur miðskeiðis í Norðsjónum. Tað er Shell, sum stendur fyri hesi útbyggingini. Í fjør vístu myndugleikarnir aftur umsókn frá Shell og kom hetta sera dátt við. Síðani hevur dialogur tikið seg uppaftur um at gera einstakar broytingar, soleiðis at verkætlanin kann gerast veruleiki. Við hesi útbygging ætlar Shell at økja munandi um gassframleiðsluna í Norðsjónum. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder