Uttanlands

Bill Gates: Veðurlagsbroytingar ikki undirgangur fyri mannaættina

Stovnarin av Microsoft og ein av heimsins ríkastu ávarar nú móti ov víðgongdum úttalilsum í sambandi við veðurlagsbroytingar

2025-11-02 22:17 Author image
Jan Müller
placeholder

Bill Gates, sum hevur brúkt milliardir av sínum pengum til at ávara móti vandunum við veðurlagsbroytingum, tekur nú frástøðu frá ti hann nevnir “dómadagssjón” og tykist at hava rættað sína støðu til teir váðar, sum ein upphitað jørð hevur við sær. Í eini longri frágreiðing, sum varð kunngjørd týsdagin, roynir Gates at tálma tí yvirupphitaða kjakinum, sum hann heldur mong brúka til tess at umrøða avleiðingarnar av vaksandi hitanum skrivar New York Times.

Í staðin mælir hann til at brúka meira orku til at betra um livikorini í menningarlondum – arbeiða móti hunguri og hóttandi sjúkum. -Hóast veðurlagsbroytingar fara at fáa álvarsligar avleiðingar serstakliga fyri menniskju í teimum fátækastu londunum, fer tað ikki at hava við sær heimsins enda, skrivar hann og heldur fram:  -Fólk fara at liva og trívast í flestu plássum í heiminum í allari framtíð.

Frágreiðingin kemur bert fýra ár eftir, at hann gav út bókina “How to Avoid a Climate Disaster” og vísir eftir øllum at døma eina munandi broyting, hvussu Gates, hvørs ogn er 122 mia. dollarar, hugsar um avbjóðingarnar ein upphitaður heimur hevur.

Ikki øll eru fegin um útsøgnirnar hjá Gates. New York Times hevur m.a. tosað við Michael Oppenheimer, sum er professari í geovísindi og altjóða málum á Princeton University. Hann sigur, at Gates kemur við einum einum følskum mótsetningi, “sum vanliga eyðkennir veðurlagsskeptikarar”, ið seta royndirnar at steðga veðurlagsbroytingum upp ímóti hjálp til tey fátæku.

-Hóast hann roynir at gera greitt, at hann tekur veðurlagsbroytingar í størsta álvara, so fara hansara orð givið at verða misbrúkt av teimum, sum helst síggja, at arbeiðið móti veðurlagsbroytingum steðgar, sigur Oppenheimer.

Frágreiðingin ella notatið frá Gates kemur bert eina viku, áðrenn leiðarar úr øllum heimsins londum hittast í Belém í Brasilia til árliga veðurlagsfundin hjá ST, COP30. Seinastu 10 árini hevur Gates, sum fylti 70 í vikuni, brúkt stórar part av peningaogn síni til at fremja politikk og loysnir, sum skulu minka um útlátið - hann hevur gjørt íløgur í grøna orku og stuðlað tiltøkum, sum skulu hjálpa fátækum samfeløgum at laga seg til hækkandi havstøðuna, øgiligan hita, eldibrandar, turk og ógvusligar ódnir.

Hóast Gates nú mælir til størri hóvsemi í sambandi við dómadagsútsøgnir í sambandi við veðurlagið, so heldur hann fram við at stuðla grønum og burðardyggum tiltøkum, men síðani amerikanski forsetin tók aftur stuðulin til fátækk lond kring heimin, er Gates farin at gera enn meira burtur úr at stuðla sunnari heilsu og arbeiðinum móti fátækradømi í menningarlondum. Gates er eisini sera heitur talsmaður fyri at menna kjarnorku. Gates sigur eisini í síni nýggjastu frágreiðing, at heimurin eigur at gera fleiri íløgur í royndirnar at minka um prísin á reinari orku og finna fram til hættir at gera framleiðsluna, landbúnaðin og flutningin minni dálkandi.

Men hann skjýtur eisini upp at flyta flokus á stríðið fyri at minka um vakstrarhúsútlát til ístaðin at økja um arbeiðið fyri at kunna betra um lívið og minka um líðingarnar hjá menniskjum kring heimin. Sjálvt um hann kallar veðurlagsbroytingar sum " sera týðandi trupulleikar”, sum skulu loysast, sigur hann eisini, at “dómadagsretorikkurin” fær stórar partar av veðurlagsrørsluni at fokusera uppá stuttsiktað útlátsmál. -Tað fær okkum at síggja burtur frá tí, sum er mest umráðandi, nevniliga at gera lívið betri í eini upphitaðari verð.

New York Times skrivar, at heimurin verður upphitaður skjótari enn nakrantíð í søguni. 2024 var tað heitasta, sum nakrantíð er mált. Granskarar ávara um, at um ikki lond flyta seg burtur frá fossilum brennievnum, fara ógvusligar veðurhendingar og aðrar broytingar at henda skjótari, enn menniskju megna at laga seg til.

Kelda: New York Times, New Yorker

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder