Uttanlands

Bretski ráðharrin fyri Skotland: Oljuvirksemið heldur fram

Hann gongur inn fyri at nýggj leiting og útbyggingar av oljuvirkseminum í Norðsjónum og vestan fyri Hetland halda fram, og hann stuðlar Cambo-útbyggingini. Talan er um Alister Jack, sum umboðar Skotland í bretsku stjórnini.

Bretski ráðharrin fyri Skotland, Alister Jack, heldur tað er avgjørt neyðugt at leita eftir olju og útbyggja nýggjar keldur, eitt nú Cambo skamt frá føroyska markinum.

Bretski ráðharrin fyri Skotland, Alister Jack, heldur tað er avgjørt neyðugt at leita eftir olju og útbyggja nýggjar keldur, eitt nú Cambo skamt frá føroyska markinum.

2021-12-09 09:33 Author image
Jan Müller
placeholder

Orðaskiftið og tvídrátturin um bretsku oljuframtíðina heldur fram - við Cambo kelduni fáar kilometrar frá føroyska markinum í miðdeplinum. Nú hevur ein týðandi ráðharri í bretsku stjórnini lagt seg út í kjakið. Talan er um sjálvan ráðharran fyri Skotland, Alister Jack. Og hann letur ongan iva vera um, hvar hann og bretska stjórnin standa í “Cambo-málinum”.

“Vit mugu halda fram við at bora og leita  eftir olju í Norðsjónum og útbyggja nýggjar oljukeldur.”

Hann er rættiliga bersøgin og finst harðliga at ráðharranum hjá  teimum Grønu í Skotlandi, Patrick Harvie. Úttalilsini hjá hesum grøna ráðharranum um útbyggingina av Cambo eru vanærislig og skammilig sigur Alister Jack. Harvie hevur nevniliga sagt, at tey fólk, sum eru fyri oljuleiting og útbyggingum í Norðsjónum  hoyra til uttasta høgra í bretskum politikki. Harvie  heilsaði avgerðini hjá Shell at taka seg úr Cambo verkætlanini vælkomnari og segði, at hetta vóru góð tíðindi.

[object Object]

“Eg gangi avgjørt inn fyri framhaldandi oljuleiting í Norðsjónum, og eg hoyri ikki til uttasta høgra. Eftirspurningurin eftir olju og gassi fer ikki brádliga at hvørva. Vit hava eina olju- og gassvinnu, sum er á einum vegamóti og partur av orkuskiftinum, hvørs mál er nullútlát í 2050. Vit hava brúk fyri gassi at framleiða vetni og aðrar vørur, okkum tørvar olju til at framleiða vørur í petrokemiska ídnaðinum. Tankin um at brúk brádliga als ikki er fyri olju longur fer at drepa okkara búskap.”

Ráðharrin fyri Skotland vísir á, at talan er um eina ørgrynnu av vørum og lutum, sum verða framleiddir úr olju og sum hava stóran týdning fyri eitt nú heilsuverkið.

Alister Jack vónar, at Camboverkætlanin heldur fram eisini eftir, at Shell hevur tikið seg aftur.

“Sjálvur haldi eg, at tað er betri at útbyggja eina oljukeldu sum Cambo heldur enn at skula innflyta olju og gass úr øðrum londum. Vit skulu heldur lata okkara egnu fólk framleiða ta olju og gass, sum finst í okkara undirgrund, tí tað er tað besta fyri bæði Bretland og fyri grøna orkuskiftið.”

Eisini leiðarin av Shetland Island Council, Steven Coutts, heldur, at Cambo eigur at fáa grønt ljós, ikki minst tí oljan hevur eisini týdning fyri Hetland. Cambo liggur vestan fyri Hetland. Hann sigur við Shetland News, at oljuframleiðsla á bretska landgrunninum eigur ikki at verða steðgað eftir eini nátt. Brúk er fyri henni samtíðis sum grøna orkuskiftið fer fram.

Eisini umboð fyri fakfeløg hjá oljustarvsfólki gera vart við seg og siga, at tað hevur alstóran týdning, at nýggjar útbyggingar fara fram eitt nú fyri at varðveita tey mongu arbeiðsplássini í vinnuni.

[object Object]

Men tað er eisini greitt, at ímóti Cambo og øðrum útbyggingarætlanum standa umhvørvisfelagsskapir so sum Greenpeace og Friends of The Earth.

Nú verður so bíðað eftir, at almenni orkumyndugleikin í Bretlandi, OGA, skal taka endaliga støðu til umsóknina frá oljufelagnum Siccar Point Energy at útbyggja Cambo. Tað ljóðar, at henda verður tikin innan nakrar fáar vikur.

Eitt sakarmál um bretsku oljuframtíðina er annars til viðgerðar í Hægstarætti. Umhvørvisfólk hava stevnt bretsku stjórnini fyri at loyva framtíðar oljuvirksemi, sum tey siga gongur ímóti málinum hjá somu stjórn at røkka nullútláti.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder