Ein fyritøka, sum ynskir at rokna sítt útlát av CO2 og øðrum vakstrarhúsgassum, má miðvíst skráseta tøl um virksemi, sum elvir til útlát. Eitt nú tøl fyri nýtslu av olju, streymi, fjarhita og av ávísum sløgum av kølievni. Eisini er neyðugt at kenna sokallaða útlátsfaktorin, t.v.s. eitt virði fyri, hvussu stórt útlát stendst av ymsum virksemi. Eitt nú hvussu nógv CO2 verður latið út fyri hvønn litur av olju ella fyri hvønn kWh av el. Útlátsfakturin fyri el er ymiskur, alt eftir um virkið er í Suðri ella á meginøkinum. Nógvir ymiskir útlátsfaktorar eru fyri ymiskt virksemi. At gera upp útlát av vakstrarhúsgassi kann soleiðis lættliga gerast bæði torført og tíðarkrevjandi. Tá er tað, at CO2-roknarin kemur inn í myndina, sum ein hjálp fyri at seta upp og rokna út útlátið skrivar Umhvørvisstovan á síni heimasíðu.
Fleiri fyritøkur hava seinasta árið roynt seg við nýggja CO2-roknaranum. Í fyrsta umfari serliga fyritøkurnar handan Burðardygt Vinnulív, men nú eisini fleiri aðrar fyritøkur. Eitt nú skipaði Vinnuhúsið í fjør fyri arbeiðsfundum fyri sínum limum um at gera frágreiðing um burðardygd, har CO2-roknarin var nógv umrøddur. Afturmeldingarnar hava sum heild verið góðar.
CO2-roknarin fyri 2023 er tøkur á hesi síðuni
CO2-roknari fyri 2023 er ein dagførd útgáva av CO2-roknaranum fyri 2022.
Fyritøkurnar handan Burðardygt vinnulív fíggjaðu menningina av CO2-roknaranum meðan Umhvørvisstovan stóð fyri verkætlanini, í tøttum samstarvi við BV. Bretsk ráðgevingarfyritøka stóð fyri menningini.
Vilt tú vita nærri um CO2-roknaran, ring til tlf. 342400 ella skriva til Umhvørvisstovuna, [email protected]. Vit vegleiða fegin sigur Umhvørvisstovan.
Kelda: Umhvørvisstovan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald