Innanlands

Dagstovnur í Miðvági fingið sólpanel

Talan er um eina royndarverkætlan, sum er eitt týðandi stig á leiðini á grøna orkuskiftinum, skrivar Vága kommuna

(Mynd: Vága kommuna)

(Mynd: Vága kommuna)

2025-10-18 12:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Vága kommuna er farin undir eina royndarverkætlan við at seta sólpanel á dagstovnin Miðgarð í Miðvági.m

Tað var 2. september, at býráðið einmælt samtykti at taka undir við verkætlanini, og arbeiðið við at leggja panelir á takið á Miðgarði er nú liðugt, skrivar kommunan.

Kommunan hevur sum mál, at allir kommunalir bygningar í størri mun skulu brúka grøna orku. Hetta er samstundis í góðum samsvari við Visjón 2032 hjá Vága kommunu, har tað verður staðfest, at atlit til grøna og burðardygga menning skal vera meginreglan í øllum ætlanum og átøkum.

Sólorkuskipanin er sett upp í samstarvi við Sp/F Thorfinn Nielsen. Skipanin fevnir um 72 svørt panel á 150 fermetrar av takflatuni á Miðgarði. Hetta gevur ein samlaðan framleiðslumátt á 33,12 kWp og eina væntaða framleiðslu upp á 26.150 kWh. Av hesum er roknað við, at uml. 15.800 kWh verður brúkt til egna nýtslu á stovninum, meðan uml. 10.350 kWh kunnu seljast til SEV. Til samanberingar er samlaða streymnýtslan hjá Miðgarði uml. 48.800 kWh, og tí verður væntað, at nýggju sólpanelini kunnu framleiða helvtina av allari nýtsluni, skrivar kommunan.

Skipanin sum er sett upp nú svarar til nýtsluna hjá 5 húsarhaldum. Kostnaðurin fyri at seta skipanina upp er 226.910 krónur uttan meirvirðisgjald. Við eini árligari sparing á uml. 32.500 krónur verður afturgjaldstíðin mett at vera sjey ár.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder