Uttanlands

Danir ganga undan at framleiða metanol til skip og flogfør

Tríggjar danskar stórfyritøkur ganga undan at framleiða metanol at brúka í shippingvinnuni og í flogferðsluni

2022-02-04 17:09 Author image
Jan Müller
placeholder

Tær tríggjar fyritøkurnar eru Ørsted, Maersk og DSV. Tær eru farnar saman í felagnum Green Fuels for Denmark, sum hevur sum mál at framleiða grøn brennievni til skip og flogfør. 

Felagið hevur gjørt av at framskunda ætlaninar við tveimum árum, soleiðis, at tær megna at framleiða 50.000 tons av grønum metanoli, sum shippingvinnan kann gera brúk av frá 2025, skrivar Shipping Watch. Í hesum sambandi hevur Maersk eisini bílagt 12 nýggj konteynaraskip, sum skulu brúka grønt metanol. 

Eisini Søfart skrivar um hetta málið, ið eftir øllum at døma fyllur nógv í orkukjakinum í Danmark. Sambært Søfart ætlar partnaraskapið millum tær tríggjar stórfyritøkurnar, at framskunda 100 MW av upprunaligu 250 MW frá 2027 til 2025. Talan er um ta sonevndu Power-to-X tøknina, sum verður mett at vera flaggskipið í grøna orkuskiftinum í Danmark. Til prosessina at framleiða metanol er neyðugt við orku frá vindmyllum, sum  saman við elektrolysu framleiða metanol. 

Green Fuels for Denmark kann sambært tíðindaskrivi frá Ørsted  framleiða grøn brennevni, sum svara til samlaðu nýtsluna hjá Danmark í innanríkisflogferðslu í 2027. Tað hevði stjórnin annars sett sær fyri skuldi henda trý ár seinni, í 2030. Men um hetta skal gerast veruleiki, so er tað treytað av, at tað verða settir upp røttu karmarnir á økinum. Og her hevur útbyggingin av vindorku ein altavgerandi týdning. Í tí sambandi verður m.a. arbeitt við at menna tvær orkuoyggjar, sum í stóran mun skulu framleiða vindorkuna, ið aftur er partur av metanolmenningini. 

- Danmark hevur ein eyðsæddan møguleika fyri at menna eitt vinnulívsævintýr innan grøn brennievni til tungu ferðsluna serliga sigur stjórin í Ørsted. 

Hann vísir á, at bæði Fólkatingið og stjórnin hava skapt góðar karmar longu til tess gera ætlaninar við grønari orku í skipaferðsluni og flogferðsluni til veruleika við at menna framleiðsluna av havvindorku og við at byggja Power-to-X støðir.

-Útmeldingin hjá forsætisráðharranum um at seta gongd á grøna skiftið í flogferðsluni hevur gjørt, at vit í partnaraskapinum nú fara at finna eina gongd leið, sum ger tað møguligt at framleiða grøn brennievni longu í 2025.  Hetta verður ein tøknilig avbjóðing, eingin ivi um tað, sum vit í Green Fuels for Denmark eru klár til at átaka okkum. Soleiðis at vit kunnu tryggja donsku leiðarastøðuna á grøna økinum komandi ártíggjuni og harvið eisini vera við til at seta gongd á grøna orkuskiftið í flogferðsluni kring allan heimin, sigur Mads Nipper, stjóri í Ørsted.

Víst verður á, at hóast tað gongur rætta vegin, so er enn langt á mál við at kunna avloysa vanligu brennievnini í bæði flog- og skipaferðsluni. Neyðugt verður við tøkniligum frambrotum, slíkum, sum Green Fuels for Denmark arbeiðir við. 


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder