Nú um dagarnar gjørdist greitt, at danska stjórnin saman við fleiri øðrum flokkum hevur gjørt avtalu um at verja náttúruna í Danmark. Talan er um grønu "Trepartsaftale", sum hevur til endamál at minka um útlátið av CO2 og harvið verða partur av royndunum at steðga broytingum í veðurlagnum. Avtalan gongur fyrst og fremst inn fyri at leggja landbúnaðarjørð um til náttúru, soleiðis at tað slepst undan dálking í sambandi við jarðarbrúk og matvøruframleiðslu. Áir, vøtn og firðir skulu verjast móti køvievnisdálking frá landbúnaðinum.
Men ein týðandi partur av umrøddu grønu avtalu er at planta ikki færri enn eina milliard trø á einum øki, sum svarar til 250.000 hektarar. Tey skulu verða plantað innan 2045 og skulu vera við til at verja náttúru og umhvørvi annars. Øll avtalan hevur fingið stóra politiska undirtøku eins og frá vinnuni eisini. Partur av avtaluni er eisini at áleggja landbúnaðinum eitt avgjald fyri tað útlát, sum eitt nú neyt og grísar lata frá sær.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald