Uttanlands

Danir seta forboð fyri koyring við gomlum dieselbilum

Í dag kom bann í gildi í Danmark at koyra við dieselbilum, sum eru seldir undan 2011 og harvið ikki hava serstøk partikkulfilur, ið skulu minka um dálking. Bannið er galdandi fyri miðbýin í størstu donsku býunum.

2023-10-01 21:12 Author image
Jan Müller
placeholder

Talan er í fyrsta lagi um øki í stórbýum við nógvari ferðslu. Endamálið við hesum átaki er at minka um luftdálkingina, sum er orsøk til sjúkur og deyðsføll. Bót uppá 1500 kr. verður givin fyri ikki at halda seg til nýggju lógina.

Higartil hevur hetta forboð verið galdandi fyri vørubilar, lastbilar og bussar. Men nú er túrurin komin til privatbilar eisini.

Um somu tíð sum umhvørvisfelagsskapir taka væl ímóti nýggju lógini, so halda nógvir privatir bileigarar, at tiltakið er sum at skjóta spurvar við kanónum.

Nýggju reglarnar koma at raka 63.000 bileigarar. Nógvir av hesum halda, at teir eiga at fáa stuðul til at skrotta sínar gomlu bilar. Annars halda teir tað vera skeivt at skula sleppa sær av við bilar, sum eru vælvirkandi. Tað er spill av tilfeingi. Hinvegin siga myndugleikarnir, at tiltøkini eru neyðug fyri at minka um talið av fólki, sum gerast sjúk ella doyggja av dieselosi.

Keldur: Politiken, DR

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder