Uttanlands

Danir seta upp 600 havvindmyllur fyri 100 mia. kr.

Risastóra flótandi havvindorkuætlanin væntandi samtykt í kvøld

2023-05-30 15:26 Author image
Jan Müller
placeholder

Londini kring Norðsjógvin harímillum Danmark kappast um at ganga undan at seta upp flótandi havvindmyllur sum kanska ein tann mest týðandi partin av grøna orkuskiftinum í løtuni og komandi mongu árini.

Í dag verða seinastu smálutirnir  av eini politiskari avtalu millum flokkarnar á Fólkatingi helst fingnir uppá pláss skrivar Politiken. Eftir drúgvar samráðingar verður úrslitið væntandi  ein semja um at seta upp 600 risastórar vindmyllur til ein samlaðan kostnað uppá 100 mia. kr. 

Við hesi politisku avtaluni fer Danmark innan 2030 væntandi at kunna fýrfalda grønu orkuna.

Bæði í Bretlandi og Norra og í skotska grannalagnum verður havvindorkan í løtuni raðfest sera høgt. Herfyri vóru umboð fyri SEV og Umhvørvisstovuna á ráðstevnu í Lerwick, har grønar loysnir í oyggjalondum í Norðuratlantshavi vóru á skránni.

Tá fylti  spurningurin um flótandi havvindorkumylllur nógv og høvdu føroysku umboðini eisini høvi til at vitja felagið Floating Energy í Aberdeen, sum eigur fyrstu og eina ta størstu flótandi havvindmylnulundina í heiminum. (Meira um hetta í komandi greinum á orkan.fo)  

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder