Høgu olju- og gassprísirnir og russiska innrásin í Ukraina skulu broyta gerandisdagin hjá donskum húsarhaldum, um danska stjórnin fær undirtøku fyri nýggjasta orkupolitikkinum. Hesin hevur til endamál at gera Danmark óheft at russiskari orku og menna grønu orkuna. Heilt ítøkiliga leggur stjórnin nú upp til at fýrfalda nøgdina av streymi frá sól og vindi. Sambært stjórnini skal Danmark tvífalda streym frá vindi og tíggjufalda streym frá sólini í 2030.
Stjórnin arbeiðir við at fáa tey 400.000 húsarhaldini í Danmark, sum í dag brúka nátúrgass, til at skifta til fjarhita og hitapumpur. Miðjað verður ímóti, at helvtin av hesum skulu skifta innan 2028. Fyri at gera hetta til veruleika fer stjórnin at stuðla serliga húsarhaldum við avmarkaðum inntøkum. Ætlanin er longu til nýggjárs at hava eina ætlan fyri, hvørji og hvussu mong húsarhald kunnu skifta frá gassi til fjarhita ella hitapumpur.
Men stjórnin fer eisini at skunda undir donsku framleiðsluna av gassi í Norðsjónum fyri at kunna sleppa heilt av við innflutta gassið úr Russlandi. Vinstriflokkurin skjýtur hartil upp, at loyvt skal verða at bora eftir gassi aftur. Annars liggja fleiri stórar gassgoymslur, sum kunnu útbyggjast.
Í løtuni er franska orkufelagið Total í ferð við at skunda undir gassframleiðslu á Tyra feltinum í Norðsjónum. Ein orsøk til at taka meira gass upp úr Norðsjónum er at kunna útflyta gass til onnur lond í ES, sum í dag eru sera heft at russiskum gassi. So her kann danskt Norðsjóvargass veruliga koma til sín rætt siga fleiri flokkar.
Veðurlags- og orkuráðharrin Dan Jørgensen sigur við DR, at Danmark má skunda sær við tiltøkum á grønu leiðini, skal landið megna at liva upp til avgerðina um at lækka CO2 útlátið við 70% í 2030. Hann sigur seg vera greiðan yvir, at tað fer uttan iva at vera stór mótstøða kring landið at seta upp fleiri sólorkuverk eins og vindmyllur.
Hann fer nú at taka málið upp við kommunurnar fyri at fáa tær at koma við loysnum, sum eisini kunnu fevna um sólorku og vindorku á landi. Hann leggur aftrat, at grøna skiftið kann avgjørt eisini vera ein góð forrætning fyri Danmark eitt nú við at útflyta grønar orkuloysnir og orku til Týskaland, sum í dag er so bundið at orku úr Russlandi.
Stuðulsflokkarnir hjá stjórnini eru fegnir um nýggja útspælið frá stjórnini men Einheitslistin er ímóti at økja um gassframleiðsluna í Norðsjónum, tí hon byggir á fossil brennievni. Bæði SF og Vinstra, sum taka undir við uppskotinum hjá stjórnini og vilja eisini leggja størri dent á at framleiða biogass.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald