Uttanlands

Danir steðga útbjóðing av oljuleið

Bert eitt felag, Bluenord hevði søkt um at reka nýggja gassleið men tók so umsóknina aftur vegna tøkniligar avbjóðingar.

2023-09-26 16:42 Author image
Jan Müller
placeholder
Tað var í gjár at danska stjórnin kunngjørdi, at  miniútbjóðingin av Elly-Luke olju- og gassleiðini í Norðsjónum varð stegðað. Orsøkin er tann, at einasta felagið, sum hevði søkt, stutt eftir tók sína umsókn aftur.

Útbjóðingin hevur annars verið fyri atfinningum frá bæði andstøðuflokkum í Fólkatinginum og frá umhvørvisfeløgum. Hesi hava sagt seg bera ótta fyri, at útbjóðingin fór at vera við til at forkoma góða umdøminum Danmark annars hevur í grøna orkuskiftinum.

Eisini verður víst á, at Danmark sum eitt tað fyrsta landið var við til at seta á stovn felagsskapin Oil and Gas Alliance, hvørs endamál var at fáa lond kring heimin at sleppa sær av við alt olju- og gassvirksemi og her m.a. ikki at bjóða nýggj øki út til leiting. Hetta skuldi so vera við til at steðga veðurlagsbroytingunum. Kortini var tað tó sera avmarkað við luttøkuni í hesum felagsskapinum.

Tá so danski orkuráðharrin herfyri gav grønt ljós til eina serstaka útbjóðing nær verandi gassleiðum varð funnist at honum. Nú einasti umsøkjarin hevur tikið sína umsókn aftur, verður útbjóðingin steðgað. Tað ljóðar, at stjórnin umhugsar heilt at gevast við slíkum mini-útbjóðingum.

Tað var annars í 2020, at Danmark setti forboð fyri nýggjari oljuleiting í Norðsjónum. Men samtíðis gav stjórnin loyvi til óavmarkaða framleiðslu av olju og gass fram til 2050.

Og har eru tað tey, sum halda, at við at loyva framleiðslu men forbjóða leiting, so  ríður landið á tveimum hestum. At loyvi nú kortini varð givið til eina minni útbjóðing kemst av, at lógin loyvir leiting í økjum, sum liggja tætt við verandi framleiðsluleiðir. Nú verður stórt trýst á stjórnina um eisini at seta forboð fyri hesum útbjóðingum. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder