Uttanlands

Danir vænta sær nógvar grønar uppgávur í USA

Nú amerikanska Senatið hevur samtykt nýggja orku- og veðurlagslóg kann tað fáa stóran týdning fyri grøna orkuvinnuna í Danmark

2022-08-09 12:58 Author image
Jan Müller
placeholder

Talan er um ta størstu upphæddina nakrantíð, ið verður gjørd í grøna orku í USA, sum í hesi vikuni skal endaliga góðkennast av Umboðsmannatinginum. 

Sambært Energy Watch er møguleiki fyri, at fleiri av milliardunum, sum skulu brúkast til at menna eitt nú vindorku, kunnu enda í Danmark, sum longu hevur ein týðandi marknað í USA.

Kristian Jensen, stjóri í Green Power Denmark, sær stórar møguleikar fyri danska orkuvinnu við nýggju veðurlagsætlanini, sum amerikanska stjórnin við Biden á odda hevur sett út í kortið. 

Hóast endaligi lógarpakkin er nógv minni enn upprunaliga ætlað, so fer hann kortini at muna, tá USA nú av álvara leggur til brots við grøna orkuskiftinum.  

-Hetta er eitt einastandandi høvi hjá teimum mongu donsku fyritøkunum, sum arbeiða við varandi orkuloysnum, og eg trúgvi, okkara royndir og framleiðslur kunnu koma at fylla væl í útbyggingini av grønari orku í USA sigur Kristian Jensen. Og her sipar hann fyrst og fremst til framleiðslu av vindmyllum, har Danmark í dag gongur á odda í heiminum. 

-Vit eru fremst í heiminum at brúka vindmyllur  til at framleiða reina og varandi orku. Tí fara vit at fáa ein part av køkuni, tá amerikanarar fara at gera íløgur í m.a. vindorku sigur hann. 

Ì lógarpakkanum, sum varð samtyktur við minst møguliga fleiritali í Senatinum, eru settar av 370 mia. dollarar til at minka um CO2 útlátið við 40% í 2030.

Hóast Biden forseti upprunaliga hevði sett út í kortið eina størri upphædd til tess at røkka uppaftur størri niðurskurði í útlátinum, so meta eygleiðarar, at nýggja lógin kortini fer at fáa stóran týdning fyri veðurlagið.

USA er í dag tað landið í heiminum, sum stendur fyri størsta útlátinum, og tí áliggur eisini landinum at ganga á odda í arbeiðinum at minka um útlátið og harvið rudda slóð fyri at forða fyri herviligu veðurlagsbroytingunum. 

Kring heimin taka bæði stjórnir, veðurlagsgranskarar og felagsskapir sera væl ímóti amerikonsku avgerðini, sum tey meta kann vera við til at seta ferð á grøna orkuskiftið í heiminum sum heild og harvið steðga ella avmarka  veðurlagsbroytingarnar. Uttan USA er eitt nú París avtalan frá 2015 um 1,5 stig hitavøkstur einki verd, tí ringt er at fáa onnur lond at gera íløgur í varandi orku, um ikki USA eisini er partur av hesum. 

Í lógarpakkanum er tað serstakliga broytingin frá diesel- og bensinbilum til elriknar bilar og flutningsfør sum heild, ið verður raðfest og sum fer at vera við til at minka munandi um útlátið. Síðani koma vind- og sólorka, ið skulu gera stóran mun eisini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder