
Hetta upplýsir stjórnin. Tað er fyrst og fremst menningin av kjarnorkuverkum, sum skapar grundarlag fyri at hyggja at aftur møguleikanum at gera kjarnorku til part av orkuskipanini í Danmark.
Stjórnin vil kanna fyrimunir og vansar við kjarnorku, serstakliga nú so stór menning hevur verið á økinum ikki minst til smærri reaktorar, sum kunnu standa á einum prámi á stødd við eitt konteynaraskip. Tað kann framleiða orku svarandi til 250.000 húsarhald sambært DR.
Danski orkuráðharrin Lars Aagaard ger greitt, at Danmark framhaldandi fer at leggja seg eftir vind- og sólorku, men vil kanna møguleikan at brúka smærri kjarnorkuverk sum eitt alternativ tvs. at kunna dúva uppá kjarnorkuna, tá eingin vindur ella sól er.
Tað er menningin av smærri kjarnorkuverkum, sum brúka salt heldur enn vatn, ið eru orsøkin til, at politikarar nú vilja strika forboðið móti kjarnorku, nú hon eftir øllum at døma verður tryggari, tó er greitt, at tað slepst ikki undan uran-burturkastinum.
Orðaskiftið um kjarnorku er nógv broytt seinastu árini, nú tll ber at gera smærri eindir, sum ikki eru eins vandamiklar sum stóru og traditionellu kjarnorkuverkini. Fyrr var óttin fyri radioaktivum lekum og vanlukkum sera stórur og gjørdi, at flest fólk vóru ímóti bara at tosa um kjarnorku sum part av orkuskipanini. Nú snýr tað seg meira um, hvussu lætt og skjótt til ber at seta upp smærri kjarnorkuverk og hvussu hesi standa seg í kappingini við aðrar orkuhættir.
Orkuráðharrin ger greitt, at talan er als ikki um eina “plug in” loysn her og nú. Alt má kannast nærri og fer tað at taka eitt ár hjá stjórnini at leggja eitt úrslit fram sigur hann við danskar miðlar.
Eisini í Føroyum hava politikarar nevnt møguleikan fyri at seta upp smærri kjarnorkuverk. M.a. hava tingfólk úr Sambandsflokkinum við Johan Dahl, fyrrverandi vinnuráðharra á odda vitjað danska fyritøku, sum arbeiðir við at menna tøknina í sambandi við smærri kjarnorkureaktorar. Í Bretlandi er kenda fyritøkan Rolls Royce komin væl ávegis at menna kjarnorkutøknina.
Gongdin í Evropa er annars tann, at fleiri lond serstakliga í Eysturevropa men eisini lond sum Frakland og Finland raðfesta kjarnorku høgt og dúva uppá hana í teirra orkuskipanum longu. Týskland, sum herfyri stongdi síni kjarnorkuverk, umhugsar nú eisini møguleikan fyri at lata tey uppaftur. Hetta er í hvussu partur av almenna orðaskiftinum har, nú Týskland er meinast rakt av sanktiónunum móti Russlandi.
Keldur: DR, Politiken og Ritzau
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald