Umleið 50 fyritøkur hava fyrireikað seg til eina slíka orkukreppu, og sambært Berlingske Tidende, vísir Dansk Industri á, at støðan er álvarslig.
Møguleiki er fyri, at Russland fer at skrúva fyri gassveitingini til alt Evropa sambært Energistyrelsen, sum mælir til at seta í verk eina gasstilbúgving. Hóast Danmark ikki er so bundið at gassi úr Russlandi sum t.d. Týskland og Italia, fara tiltøk frá Russlandi at gera ilt hjá fleiri donskum fyritøkum, sum í ringasta føri verða noyddar til at steðga framleiðsluni.
-At Danmark boðar frá eini “Early Warning” er nakað, sum vit mugu taka í størsta álvara, sigur Brian Vad Mathiesen, professari í orkutilrættalegging við lærda háskúlan í Ålborg við Ritzau. Aðrir viðmerkjarar bera ótta fyri, at tað kann fáa avleiðingar fyri danska búskapin, um Russland ger álvara at at skrúva heilt fyri gassinum. Hetta kann m.a. hava við sær uppsøgnir.
Russland hevur longu steðgað gassveitingini til fleiri ES lond, teirra millum Týskland við 60%. Tað hevur fingið stjórnina at mæla til skamtan av gassi. Hetta rakar so eisini Danmark, sum fær nógv av sínum gassi úr Týsklandi, sum aftur er avgerandi fyri danska ídnaðin. I løtuni eru donsku goymslurnar fyltar 75%, men tað er málið hjá ES, at goymslurnar skulu vera 80% fullar áðrenn 1. november í ár. Um so verður, at veruligur gassmangul verður í Danmark, so hevur Orkustýrið eina neyðætlan klára.
Sambært henni skulu danir hava møguleika at hita síni hús, tí fleiri fyritøkur tá mugu skerja nýtsluna ella heilt steðga henni. Stórar fyritøkur sum Novo Nordisk, Arla, Danish Crown, Royal Unibrew, Rockwool, Dansk Shell og Carlsberg eru á listanum yvir “ikki vardar” fyritøkur, sum ikki eru tryggjaðar gassveiting, um so er at ein álvarslig veitingarkreppa tekur seg upp. Tær hava allar eina nýtslu av gassi uppá meira enn 2,6 mió. kubikmetrar um árið. Á listanum eru íalt 60 fyritøkur.
Ikki fyrr enn í næsta ár kann Danmark rokna við at hava nokk av gassi aftur. Tá fer Tyraleiðin í Norðsjónum undir aftur framleiðsluna og Danmark fer at verða ført fyri at útflyta gass eisini. Eisini er møguleiki hjá dønum at keypa gass úr Norra, tá Baltic Pipe gassleiðingin letur upp seinni í ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald