-Hetta er ógvuliga, ógvuliga stórt. Eg vóni, at danir fara at gerast ernir av hesi ætlan sigur Lars Aagaard, veðurlags, orku- og flutningsráðharri. Longu nú kunnu fyritøkur bjóða uppá lundirnar, sum skulu vera í Krigers Flak, Hesselø, Norðsjónum og Kattegat.
Roknað verður við at tað fer at kosta eini fyritøku 16 mia. kr. at byggja eina havvindmylnulund, sum skal framleiða eitt gigawatt. Danska stjórnin hevur avgjørt ikki at stuðla útbyggingunum við pengum, men vil binda seg til at keypa 20% av hvørjari lund. At hetta ber til kemst av, at útreiðslurnar við at byggja út havvind eru lækkaðar nógv. Hevði tað verið fyri 10 árum síðani, tá hevði staturin verið noyddur til at stuðla við nógvum pengum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald