Uttanlands

Danmark gevst við oljuframleiðslu í 2050

Seks flokkar á Fólkatingi hava gjørt avtalu um, at Danmark skal gevast við oljuframleiðslu um 30 ár. Seinasta útbjóðingin til oljuleiting verður eisini avlýst.

2020-12-04 07:00 Author image
Jan Müller
placeholder

 

Seint í gjárkvøldið komu seks av flokkunum í Fólkatinginum ásamt um eina nýggja avtalu um framleiðslu av olju og gassi úr Norðsjónum, skrivar Politiken.  Avtalan merkir, at Danmark gevst við at bjóða út nýggj øki til leiting eftir olju og gassi og stongir tey seinastu framleiðandi  feltini í 2050.

Áttanda útbjóðingarumfarið, síðani fyrsta oljan varð funnin í 1967, skuldi avgera, hvørji feløg skuldu fáa loyvi til framhaldandi at leita eftir kolvetnum í danska partinum av Norðsjónum. Tað hevur verið útsett nú í eina tíð. Nú verður tað av ongum eins og aðrar framtíðar útbjóðingar. Kortini verður møguleiki at fáa nýggj leitiloyvi hjá feløgum, sum framleiða í einum grannaøki, tó at øll framleiðsla skal steðga í 2050. 

Danski veðurlagsráðharrin Dan Jørgensen sigur í eini viðmerking, at avtalan er søgulig. Eisini stuðulsflokkarnir SF og Radikali flokkurin eru væl nøgdir við nýggju avtaluna. Umboðið hjá SF sigur, at talan er um ein varða á grønu leiðini, og at Danmark við hesi avtalu hevur víst í verki, hvat tað vil og ger á orkuøkinum og vónar, at hetta fer at geva øðrum tjóðum íblástur til at gera tað sama og gevast við at framleiða olju og gass. Flokkarnir, ið taka undir við avtaluni eru Sosialdemokratiiið, SF, Radikalu, Vinstra, Dansk Folkaparti og Konservativi flokkurin. Liberal Alliance var eisini við í samráðingunum men tók seg aftur, tí hann metti hana vera ov dýra í mun til klimaeffektina. Flokkurin heldur talan vera um “symbolpolitikk”. 

Síðani oljufraleiðsla av álvara tók seg upp í Norðsjónum í 1972 hevur danski statskassin forvunnið 541 mia. kr. Í 2019 var inntøkan 5,9 mia. kr. Sambært nýggju avaluni  fer statskassin at missa umleið 90 mió. kr. um árið. 

Ein avleiðing av avtaluni verður, at 4000 fólk gerast arbeiðsleys, flestu teirra í Esbjerg. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder