Uttanlands

Danmark útflytur nú aftur gass til Evropa

Við Tyra útbyggingini er Danmark aftur sjálvsveitandi við gassi og samtíðis stórur útflytari av orku

Danski uttanríkisráðharrin og orkuráðharrin vóru við til at lata upp fyri nýggjari gassframleiðslu í Norðsjónum

Danski uttanríkisráðharrin og orkuráðharrin vóru við til at lata upp fyri nýggjari gassframleiðslu í Norðsjónum

2025-10-09 12:09 Author image
Jan Müller
placeholder

Í vikuni varð nýggjasti parturin av risastóru donsku Tyragassleiðini í Norðsjónum tikin í brúk og framleiðir gass til m.a. orkusvanga grannan Týskland. Bæði orkuráðharrin og uttanríkisráðharrin vóru við til hátíðarhaldið, tá skrúvað varð frá fyri gassinum. Við hesum er seinasti parturin av endurútbyggingini av Tyra leiðini liðugur. Talan er um størstu orkuútbygging í Danmark yvirhøvur.

[object Object]

Tað er TotalEnergies, sum stendur fyri útbyggingini. Við henni er Danmark aftur sjálvveitandi við gassi og kann entá útflyta stóran part av yvirskotinum til restina av Europa her serstakliga Týskaland. Tyra er harvið við til at tryggja orkutrygdina í einum hart sperdum Evropa.

[object Object]

Tyra 2, sum seinasta útbyggingin verður nevnd, er størsta gassleiðin í Danmark og eitt av teimum mest týðandi orkuverkætlanum í Evropa. Tyra verður ført fyri at framleiða tvífalt av tí Danmark sjálvt ger brúk av. Tað hevur kostað 27 mia. kr. at útbyggja og umvæla gassleiðina og hava 1500 fólk staðið fyri arbeiðinum. Tyra leiðin varð funnin í 1968 og í 2017 varð framleiðslan steðgað, tá lendið undir feltinum fór at søkka. Tí bleiv neyðugt heilt at endurbyggja alla gassleiðina við m.a. nýggjum pallum. Øll gassleiðin vigar 35.000 tons umleið tað sama sum fimm Eiffeltorn.

[object Object]

Nýggja gassleiðin fer at framleiða 2,8 mia. kubikkmetrar av gassi um árið, sum svarar til 6% av framleiðsluni í ES og 1% av samlaðu nýtsluni í Evropa. Um somu tíð sum ráðharrar í donskum stjórnini og vinnan koma við lovorðum til Tyra finnast politikarar úr andstøðuflokkum í Danmark at verkætlanini og halda, at hon er ikki í tráð við donsku grønu ambitiónirnar. Meira enn 1000 arbeiðspláss í Esbjerg eru knýtt at Tyra leiðini, sum fer at fáa stóran týdning fyri danska búskapin umframt at gera Danmark óheft av innfluttari orku.

[object Object]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder