Uttanlands

Danmark við nýggjum veðurlagsmáli á COP30  

Danski veðurlagsráðharrin Lars Aagard ger greitt á COP30, at Danmark ætlar at áseta nýtt veðurlagsmál til 82% útlátsminking í 2035 

2025-11-17 23:35 Author image
Jan Müller
placeholder

Higartil hevur Danmark hildið seg til at minka útlátið við 70% í 2030. Hetta skal nú broytast til 82% í 2035 og verður Danmark harvið tað landið í heiminum, sum hevur sett sær hægsta málið fyri minking av útlátinum. Bretska málið er 81% í 2035.

Lars Aagard sigur tó, at stjórnin kann koma at hækka málið til 85%. Hann sigur, at danska stjórnin fer eftir Cop30 at taka málið upp í Fólkatinginum við allar hinar flokkarnar. Ein fortreyt fyri at kunna røkka málinum er tó at finna peningin til tess.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder