Uttanlands

Danska Maersk og amerikanska Noble leggja saman

Tey vera harvið heimsins størsta borifelag í virði

2021-11-10 19:18 Author image
Jan Müller
placeholder

Tvey av stóru og kendu oljuborifeløgunum í heiminum, danska Maersk Drilling og amerikanski kappingarneytin, Noble Corp hava gjørt av at leggja saman í eini avtalu, sum er verd 3,4 mia. dollarar og verður harvið eitt av heimsins størstu offshore borifeløgum. Tað boðaðu feløgini frá í dag sambært orkuportalinum OEDigital. 

Nýggja samanlagda felagið fer væntandi at spara 125 mió. dollarar um árið. Tað fer at virka víðari undir navninum Noble Corp og hava høvuðsstøð í Houston í Texas og fara partaeigararnir at eiga 50-50%. Nýggja felagið fer at skapa eina leiðandi borifyritøku á altjóða støði, sum fer at standa sera sterkt fíggjarliga. Felagið fer at verða skrásett á virðisbrævamarknaðunum í New York og Keypmannahavn. Stjóri í felagnum verður núverandi stjórin í Noble, Robert Eifler. 

Felagið fer at halda fram við sínum nógva virksemi út frá Stavanger fyri harvið at kunna veita tær bestu og skjótastu tænasturnar til kundarnar í Norðsjónum og nærhendis. 

Roknað verður við uppsøgnum í sambandi við samanleggingina. Hóast hetta so fer møguleiki eisini at vera fyri at menna felagið uppá longri sikt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder