2023-08-15 23:30
Orkustýrið í Danmark hevur avgjørt at útseta útboð til at loyva nýtslu av undirgrundini til at goyma CO2. Sambært upprunaligu ætlanunum skuldi tað lata upp 15. august skrivar Søfart.
Orsøkin er spurningurin um, hvussu stóran part staturin skal hava í loyvunum av hesum slag í framtíðini. Væntandi fer ein nýggj tíð til hetta útboðið at verða sett seinni í hesum árinum.
Fyrstu ferð, at útboð av slíkum slag varð latið upp var fyri einum ári síðani. Tá vórðu latin trý loyvi til at kanna og goyma CO2 í undirgrundini. Ætlanin er at hava útboð um árið. Tá næsta útboðið er klárt seinni í ár skal verða greitt, hvussu stóran part danski staturin skal hava í slíkum loyvum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald