Uttanlands

Danska Orsted skal byggja heimsins størstu havvindmylnulund

Skal standa fyri útbyggingini av heimsins størstu havvindmylnulund við 231 vindmyllum, Hornsea 3 í Bretlandi

2022-07-08 15:34 Author image
Jan Müller
placeholder

Tað var bretska vinnu- og orkumálaráðið, sum í gjár boðaði frá, at tað hevur tillutað donsku fyritøkuni Orsted arbeiðið at byggja  heimsins størstu vindmylnulund til havs.

[object Object]

Hornsea 3 skal framleiða 2.852 megawatt og lata streym til 3,2  mió. húsarhald í Bretlandi. Lundin skal liggja 160 milometrar út fyri strondina við Yorkshire. Hon telur 231 vindmyllur, sum fáa stóran týdning fyri orkuveitingina í Bretlandi.

[object Object]

Bretska stjórnin hevur sett sær fyri at byggja út vindorkuna við 50 GW til havs innan 2030. Sáttmálin, sum danska fyritøkan hevur fingið framum fleiri aðrar kendar orkufyritøkur, hevur alstóran týdning fyri Orsted, sum hevur ætlan um at byggja út 30 GW havvindorku innan 2030. Í løtuni stendur Orsted fyri 7,5 GW offshore. Hornsea 3 verkætlanin fer at skaffa arbeiði til 5000 fólk og tá hon stendur liðug verða har 1200 føst arbeiðspláss. 

[object Object]

Hornsea 3 er partur av einum stórum orkuøki til havs við Hornsea 1 og 2 og nú 3 aftrat. Tá allar vindmylnulundirnar framleiða hava tær ein kapasitet uppá 5 GW, sum svarar til nýtsluna hjá 5 mió. húsarhaldum. Hetta verður tá heimsins størsta samlaða havvindorkuøki. Enn ein Hornsea útbygging er á tekniborðinum, tann fjórða í røðini, sum fer at framleiða 2,6 GW. Endalig støða verður tikin til hana í 2023.

[object Object]

Orsted, sum hevur verið partur av menningini av havvindmyllum í Bretlandi frá byrjan, hevur higartil gjørt íløgur í útbyggingar uppá 14 mia. pund og fer innan 2030 at standa fyri íløgum uppá 14 mia. pund aftrat. Orsted eigur í fleiri av havvindmylnulundunum, hvørs framleiðsla svarar til 6,2 GW:    

  •       Hornsea 2 (2022), 1,320 MW
    •    Hornsea 1 (2019), 1,218 MW
    •    Walney Extension (2018), 659 MW
    •    Race Bank (2018), 546 MW
    •    Burbo Bank Extension (2017), 259 MW
    •    Westermost Rough (2015), 210 MW
    •    West of Duddon Sands (2014), 389 MW
    •    London Array (2013), 630 MW
    •    Lincs (2013), 270 MW
    •    Gunfleet Sands demo (2013), 12 MW
    •    Walney (2012), 367 MW
    •    Gunfleet Sands (2010), 173 MW
    •    Burbo Bank (2007), 90 MW
    •    Barrow (2006), 90 MW

[object Object]

Tað vísir seg, at bretska stjórnin bókstaviliga  hevur vind í seglunum, tá talan er um at menna vindorkuna til havs. Menningin á havvindorkuøkinum hevur við sær, at streymurin kann gerast nógv bíligari og hava privatir íleggjarar í hyggju at gera íløgur fyri 155 mia. pund komandi árini til 2030. Hetta fer at skapa 100.000  nýggj arbeiðspláss í eitt nú veitingarvinnuni. Umframt at byggja vindmylnulundir í Suðurbretlandi, so eru longu settar út í kortið fleiri stórar útbyggingar í Skotlandi eins og í Hetlandi. 

[object Object]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder