Uttanlands

Danska Ørsted skal menna havvind í Írlandi

Tekur upp samstarv við írska orkufelagið SEB

2023-06-05 11:39 Author image
Jan Müller
placeholder

Danska fyritøkan, sum gongur á odda ymsa staðni í heiminum at fara undir stórar havvindmyllu verkætlanir, stendur fyri helvtini av verkætlanini, ið fer at fevna um fleiri havvindmylnulundir í havinum kring Írland. Landið, sum er rættiliga bundið at innflutningi av orku úr øðrum londum, hevur longu tíðliga lagt seg eftir at raðfesta grøna orkuskiftið. Eitt nú varð avgjørt at banna nýggjum leitiloyvum eftir olju og gassi fyri nøkrum árum síðani.

Samstarvið leggur upp til at framleiða 5 GW av varandi orku eins og fleiri verkætlanir innan framleiðslu av vetni ella brint  (Hydrogen). Tann fyrsta av verkætlanunum verður helst partur av næstu írsku havútbjóðingini nevnd ORESS 2.1.  

Írland hevur í dag eitt havøki, sum er tíggju ferðir størri enn landið, og tað ger, at Írland er sera vælegnað til havvindmylnuverktætlanir.

-Vit eru longu sera virknir innan landvind í Írlandi og fegnast um at fara í gongd við at menna vindorkuna til havs eisini saman við ESB, sigur Duncan Clark, sum stendur á odda fyri arbeiðinum hjá Ørsted innan vindorku bæði í Írlandi og Bretlandi stendur í kunningarskrivi um samstarvið frá donsku fyritøkuni. Írska stjórnin hevur sett sær sum mál at seta upp havindmyllur, ið kunnu framleiða 7 GW fram móti 2030 og uppá sikt at røkka net null útlátsmálinum.

Írland er so bert eitt av fleiri londum um okkara leiðir, sum raðfestir útbygging av varandi orku til havs. Vit hava í seinastuni m.a.  hoyrt um sera umfevnandi ætlanirnar hjá bæði Danmark og Norra at menna havvindorkuna í framtíðini. Og í næsta grannalagi okkara, Skotlandi hava havvindmyllur fingið hægstu raðfesting.

Eitt nú verður hædd tikin fyri hesi gongdini, tá havnir verða útbygdar, tí havvindmyllur seta stór krøv til havnir og øki á landi, har myllurnar verða goymdar og settar saman, áðrenn tær verða fluttar til havs at framleiða streym. Dømi um slíka útbygging er havnin í Aberdeen, har FOÍB, Føroya Orkuídnaðarbólkur vitjaði fyri stuttum saman við stjóranum í Atlantic Supply Base. (Meira um ta vitjanini seinni.)

Havvindur í Føroyum - einaferð í framtíðini?

Menning av havvindi varð eisini  umrøddur í farna mánað, tá umboð fyri SEV og Umhvørvismálaráðið luttóku á eini ráðstevnu um varandi grøna orku í Hetlandi og har tey eisini vitjaðu fyritøku, sum eigur havvindmyllur í Aberdeen.

Tíðin fer so at vísa, um og nær Føroyar eisini fara at raðfesta vindmyllur til havs, nú vit eiga og umsita stór øki, ið eru vælegnað til hetta slagið av orkufamleiðslu. Eins og t.d. Írland er okkara havøki fleirfalt størri enn landaøkið. Og tá tað einaferð møguliga er komið á mál við fyrireikingunum, verður áhugavert at síggja, um feløg sum t.d. danska Ørsted og norska Equinor vilja gera íløgur í føroyska havvindorkuframleiðslu. Tað fer so tíðin at vísa.

Eingin ivi um at ráðstevnur og vitjanir uttanlands kunnu vera ein góður íblástur í so máta. Eins og at fáa fólk og feløg, sum arbeiða við grønum orkuloysnum henda vegin eisini at geva burtur av teirra vitan og royndum. Livst so spyrst.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder