Talan er um havvindmylnulundina Revolution Wind, sum Ørsted eigur helvtina av. Norska Equinor er eisini partur av hesi verkætlan sum partaeigari í Ørsted.
Tað var í desember, at amerikanska innanríkismálaráðið gav boð um at steðga útbyggingini fyribils í 90 dagar. Orsøkin var, at hon er ein trupulleiki fyri trygdina hjá USA.
![]()
Talan er eisini um aðrar havvindmylnulundir, hvørs lagna enn er ókend.
Vindmylnulundin hjá Ørsted var so gott sum liðug uppsett, tá boðini komu frá stjórnini. Nú er so spurningurin, hvat stjórnin fer at fyritaka sær eftir dómaraavgerðina við hesi og hvørjar avleiðingar hon kann fáa við øðrum verkætlanum av sama slag.
Tað er einki dulsmál, at amerikanski forsetin ynskir vindmyllur har piparið grør. Hóast útlendskar fyritøkur gera stórar íløgur í vindorku, sum kann koma væl við hjá amerikonskum brúkarum, so er tað partur av hansara orkupolitikki at steðga vindmyllum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald