Nýggja skattaskipanin, sum longu hevur møtt stórari mótstøðu, tí hon ikki er nóg víðgongd, skal so við og við minka um útlátið av CO2 gassum, so Danmark í síðsta enda í 2050 kann liva upp til París-málið uppá null útlát.
Leingi hevur verið bíðað eftir hesum útspælinum frá minnilutastjórnini og hava eitt nú stuðulsflokkarnir ferð eftir ferð gjørt greitt, at teir kunnu ikki liva við at stuðla stjórnini, um hon ikki tekur umfevnandi stig á grønu leiðini. Teir ynskja, at eitt ítøkiligt CO2 avgjald verður lagt á vinnuna tað veri seg ídnaðin og landbúnaðin. Og hetta skal koma í gildi sum skjótast og veruliga muna frá byrjan.
Hesum er stjórnin tó ikki samd í. Umboð fyri stjórnina siga, at grøna skattaskipanin er bara byrjanin til nakað størri uppá sikt. Sagt verður, at neyðugt er við meiri kanningum, hvar og hvussu í samfelagnum tað er skilabest at minka um CO2 útlátið. Uppskotið snýr seg í fyrstu atløgu um at økja orkuskattin í ídnaðinum og landbúnaðinum, samtíðis sum tað almenna fer undir at stuðla vinnuni við íløgum í grøna orku og minkandi útláti. Útspælið hjá stjórnini skal minka um C02 útlátið við 0,5 mió. tonsum. Tilsamans skal Danmark tó minka um útlátið við 16 mió. tonsum fyri at kunna røkka 70% lækkingini í 2030.
Stjórnin sigur eisini, at hon fer at stuðla tí partinum av vinnulívinum, sum er harðast raktur av korona.
Stóru borgarligu andstøðuflokkarnir, Vinstra og Konservativu, hava longu langað út eftir uppskotinum, sum teir siga vera alt ov lítið víðgongd og fer als ikki at hava nakra veruliga broyting við sær í útlátinum. Teir halda fast um eitt miðvíst CO2 avgjald. Somu støðu hava eisini stuðulsflokkarnir hjá stjórnini, so enn er ógreitt, hvørja lagnu uppskotið fer at fáa ella fyri tað sosialdemokratiska minnilutastjórnin. Flokkarnir vilja sum heild hava stjórnina at áseta ein rættiliga høgan CO2 skatt fyri alt virksemi skjótast gjørligt, soleiðis at til ber at røkka málinum í 2030 og aftur í 2050.
Hesum vísir stjórnin aftur og sigur, at einki er til hindurs fyri at røkka málinum, um farið verður spakuliga í gongd og man so víðkar um skipanina sohvørt. Hon vísir eisini á, at tað ber als ikki til í dag við verandi vitan, at leggja eitt CO2 avgjald á eitt nú landbúnaðin, tí enn ber ikki til at máta útlátið frá landbúnaðinum, og at hetta tí er nakað, sum má kannast fyrst.
Ein av høvuðsorsøkunum til at fara varisliga fram frá byrjan er so eisini at verja tey mongu arbeiðsplássini, sum eru hart rakt av korona. Hetta er so eisini nakað, sum fær stóra undirtøku úti í vinnuni. Kortini eru nógvar danskar fyritøkur, sum longu sjálvar hava tikið útlátið í egnar hendur og hava broytt og ment sína framleiðslur, soleiðis at tær hava minni útlát við sær.
Her nakrar av viðmerkingunum í orðaskiftinum:
- Við at ganga undan við tí grøna skiftinum gevur Danmark íblástur til onnur lond og restina av heiminum at ganga somu leið.
- Danskar fyritøkur framleiða longu so nógv av útgerð, útbúnaði ol., sum verða seld til onnur lond, til grøna skiftið, at Danmark við hesum longu er við til at minka munandi um CO2 útlátið í teimum londum, sum keypa og brúka donsku framleiðsluna.
- Verða eyka avgjøld - CO2 gjøld - løgd á danskar ídnaðarfyritøkur og slík gjøld ikki verða løgd á kappingarneytarnar í øðrum londum, so er hetta við at gera donsku fyritøkurnar minni kappingarførar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald