Uttanlands

Ørsted fær viðhald í rætti í USA

Sleppur fyribils at halda fram við vindorkuútbygging

2025-09-23 17:20 Author image
Jan Müller
placeholder

Ringt er hjá orkufeløgum, sum vilja menna vindorkuna í USA, at kenna seg trygg. Bráddliga sum feløg sum Ørsted eru við at liðuggera eina vindmylnulund fyri og aðra eftir koma boð frá amerikanska forsetanum um at steðga. Donald Trump vil ikki síggja vindmyllur, hóast hesar skapa arbeiðspláss og nýggja inntøkur.

Herfyri steðgaði hann eini vindmylnulund út fyri Rhode Island í New York. Tað fer sambært Bloomberg at kosta Ørsted eina mia. dollarar. Nú hevur ein rættur í statinum tikið avgerð um, at Ørsted kortini kann halda fram við útbyggingini, sum er mett at kosta 4 mia. dollarar. Málið fer síðani helst víðari í rættarskipanini, men soleiðis sum støðan er nú kann danska fyritøkan halda fram við sínum virksemi í USA.

Ein tann størsti eigarin í Ørsted er norska Equinor, sum eigur 10% av fyritøkuni. Equinor gjørdi herfyri av at seta meira pening í fyritøkuna og ger við hesum greitt, at tað fer framhaldandi at vera partur av vindorkuútbyggingum í USA. Equinor hevur annars gjørt greitt, at tað fer at brúka 9,5 mia. kr. fyri at varðveita sín ognarlut í felagnum uppá 10%. 

Tann nógvi rumbulin á amerikanska orkumarknaðinum fekk herfyri Ørsted at fara eftir nýggjum 100 mia. kr., harav danski staturin gjørdi av at taka sín part. 

Eins og Ørsted hevur Equinor eisini fingið boð frá amerikonsku myndugleikunum um at gevast við enn eini vindmylnuútbygging, ta stóru Empire Wind verkætlanini men fekk seinni loyvi til at halda fram. Norska felagið hevur niðurskrivað síni havvindvirði í USA við 10 mia. kr. og hevur steðga útbygging av fleiri verkætlanum vegna mótstøðuni frá myndugleikunum. 



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder