Talan er serstakliga um innfødd, sum liva í Amasona skógini. Tey merkja avleiðingarnar av veðurlagsbroytingum hvønn dag og vilja gera vart við hetta á ST ráðstevnuni, har meira enn 50.000 luttakarar eru til steðar.
![]()
Hetta er fyrstu ferð, at tað er loyvt at mótmæla á eini veðurlagsráðstevnu seinastu 3 árini. Undir herrópinum “Free the Amazon” fyltu tey mongu mótmælisfólkini gøturnar í Belém, har tey bóru kistur, sum skuldu umboða olju, kol og gass.
Vit eru komin hagar til at jarða fossila orku, sum tikið varð til.
Ráðstevnan hevur nú vart í góða viku og heldur fram alla ta komandi vikuna. Hóast mong bera ótta fyri, at tað neyvan fer at eydnast at røkka stórum semjum, so er kortini bjartskygni millum luttakararnar um, at tað fer at eydnast at gera einstakar semjur um at minka útlátið innan fleiri øki.
![]()
Danmark hevur saman við øðrum londum tikið stig at fara undir at gera eina niðurteljing, eitt sokallað “roadmap” fyri avtøku av olju, gassi og koli. Hetta hendir um somu tíð, sum altjóða stovnar so sum IEA, altjóða orkustovnurin, ger greitt, at tørvur verður á fossilum brennievnum í mong mong ár aftrat. Eftirspurningurin fer ikki at koma í hæddina fyrr enn eftir 2040.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald